Tað gongur skjótt at byggja flogfarið hja Atlantsflog, og nú er flogfarið málað, motorarnir festir undir veingirnar og partar av kabinuni ísettir
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, vitjaðu Airbus-verksmiðjuna i Hamburg ígjár, har umboð fyri Atlantsflog og Airbus tóku ímóti.
Á verksmiðjuni fingu teir kunning um nýggja flogfarið hjá Atlantsflog og um framleiðsluna hjá Airbus.
Tað var áhugavert at hoyra um Airbus og síggja framleiðsluna av flogførum í Hamburg, men tað var ein heilt serlig kensla, tá vit komu inn í høllina, har teir gjørdu nýggja Airbus 319-flogfarið klárt. Har stóð spildurnýggja flogfarið hjá Atlantsflog, nýmálað við súluni á halanum og føroyska flagginum saman við Faroe Islands á síðuni. Tað var ein stolt sjón, og tað verður ein søguligur dagur, tá flogfarið verður latið føroyingum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt flogfar frá uppruna er bygt til at røkja flúgving upp á Føroyar, sigur Kaj Leo Johannesen.
Jóhan Dahl, landsstýrismaður, heldur tað hava stóran týdning fyri Føroyar og samferðsluna við umheimin, at vit fáa eitt nýtt tíðarhóskandi flogfar til Føroya-flúgvingina, og at flogvøllurin er dagførdur.
Eg var hugtikin av bæði Airbus sum framleiðara og flogfarinum hjá Atlantsflog, sum er serliga væl útjgørt til flúgving upp á Føroyar. Eg ivist ikki í, at hetta nýggja flaggskipið í flotanum hjá Atlantsflogi fer at tæna Føroyum væl, sigur Jóhan Dahl.
Sum tað gongur í løtuni, verður nýggja flogfarið latið Atlantsflog tann 22. mars í Hamburg. Um slakar tvær vikur skal tað royndarflúgvast fyrstu ferð.
---
Fókini á myndunum eru Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, Kaj leo Johannesen, løgmaður, Magni Arge, stjóri og Sámal Danielsen, flogovasti