Politikarar og onnur kend andlit úr øllum herðashornum hava um vikuskiftið hátíðarhildið 25 ára dagin hjá Grønlendska Heimastýrinum. Úr Føroyum fóru løgmaður, Jóannes Eidesgaard og løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, og frúir til Grønlands fríggjadagin.
Danmark væl umboðað
Úr Danmark vóru forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, vinnuráðharrin, Bendt Bendtsen og Flemming Hansen, ið er ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi, umboðaðir.
Danska Fólkatingið sendi eisini fyrrverandi uttanríkismálaráðharran, Mogens Lykketoft, 1. næstformann, Svend Auken, 4. næstformann, Margrethe Auken og formannin í Fólkatinginum, Christian Mejdahl.
Umframt politisku umboðini úr Danmark, høvdu Drotning Margretha og prins Hendrik eisini leitað sær til hátíðarhaldið.
Hini norðanlondini
Norski, finski og svenski sendiráðharrin í Danmark hava eisini verið í Grønlandi um vikuskiftið. Finlendingar høvdu eisini forsetan, Aiko Pekka, umboðaðan á hátíðarhaldinum.
Umboðið úr Íslandi var formaðurin í Altinginum, Halldór Blondahl. Sendiráðharrar fyri Thailand, Kanada og USA vóru eisini millum luttakararnar um vikuskiftið.










