Løgmaður á norðurlendska globaliseringsráðstevnu

Jóannes Eidesgaard løgmaður luttekur saman við hinum norðurlendsku forsætisráðharrunum á Nordisk Globaliseringsforum, sum verður í Riksgränsen í norður Svøríki í døgunum 8. og 9 apríl Evnið fyri ráðstevnuna er globalisering, og forsætisráðharrarnir fara at luttaka í námsskeiðum og orðaskiftum um leiklutin hjá norðanlondum í globaliseringini. Serligur dentur verður lagdur á búskaparligan vøkstur og arbeiðsmarknað, umframt, umhvørvi, orka og veðurlagsbroytingar. Ráðstevnan er tann fyrsta av sínum slag, og løgmaður verður aftur í Føroyum hósdagin 10. apríl.