Løgmaður misskilt nakað heilt grundleggjandi

Tað var skelkandi at hoyra orðini sum fullu frá Løgmanni av tingsins røðarapalli í gjár. Nærum øll fakfelagsrøðrslan var løgd undir at taka breyðið úr munninum á eitt nú pensionistunum. Vit vóru eisini ákærd fyri at hava skuldina av teimum stóru trupulleikum, sum eru í vælferðini í Føroyum í dag.

Hetta er eitt greitt tekin um eina samgongu, sum heilt hevur mist stevið. Vit skulu ábyrdast fyri at parlagið millum teir tríggju samgonguflokkarnar er út av lagið. Hetta er og hevur ikki verið nakað dulsmál fyri nakran sum hevur fylgt eitt sindur við í orðaskiftinum og politisku rembingunum , sum so dyggiliga merka okkara gerandisdag

Vit hava ikki gloymt 1993 og tað stóra samfelagssinnið sum fakfeløgini vístu tá. Ei heldur hava vit gloymt avtalubrotið ,sum løgtingið frammdi seinni sama árið, við at fara inn og lóggeva fyri einum lønarstøðgi.

Nei, harra Løgmaður! Ikki eru tað vit ,sum hava skuldina av, at vælferðarsamfelagið bløðir. Hetta er nakað sum vit áhaldandi hava kasta ljós á, fyri at fáa landsins kosnu politikkarar at vakna. Harafturat undar tað okkum stórliga, at fakfeløg og onnur serkøn nærum ongantíð verða hoyrd í eitt nú trivnaranevnd ella fíggjarnevnd tá avgerðir har skulu takast.

Fari at heita á øll tey fólkavaldu um veruliga at hugsa seg um, og ikki villleiðast av at røddir eru frammi sum royna at flyta fokus.Tað, sum Løgmaður førdi fram á tingsins røðarapalli eggjar ikki til nakað godt samstarv framyvir - og neyvan heldur, at fakfeløg fara at gera langtíðarsáttmálar aftur.

Ein onnur loysn er eisini, at Tingið enn einaferð við lóg koyrir øll tey alment løntu niður í løn. Livst so spyrst!


Vegnað Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Vár í Gong, forkvinna