John Johannessen
úr Keypmannahavn
? Nýggja veljarakanningin er fín fyri landstýrið. Tá hugsað verður um, at fólk hava tikið støðu út frá støðuni beint nú meðan ræðumyndirnar fyri fullveldisætlanini javnan eru frammi, síggi eg meirilutan sum stóran.
Løgmaður sigur, at tá meirilutin fyri fullveldisætlanini er 45,5 prosent, meðan tey, ið eru ímóti telja 44,8 prosent, merkir hetta, at nógv tann størsti parturin av føroyingunum at enda fer at taka undir við fullveldisætlanini.
? Vit skulu minnast til, at fullveldisætlanin beint nú er í einum aldudali. Andstøðan í Føroyum og somuleiðis danskir politikarar hava seinastu tíðina ført nógv fram, ið hevur rætt fólk frá at taka undir við fullveldisætlanini. Tí haldi eg avgjørt, at vit kunnu siga handan meirilutan at vera stóran.
Anfinn Kalseberg sigur seg vera vísan í, at meirilutin fyri ætlanini fer at vaksa so hvørt landstýrið og danska stjórnin koma víðari í samráðingunum. Hann vísir á, at fólk ikki hava so nógv at taka støðu til beint nú, tí landstýrið hevur ikki nakað annað ávíst at vísa á, enn uppritið.
Ætlan landstýrisins best
Í áliti til landsstýrið um uppritið til samráðingarnar halda Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ætlan landstýrisins vera ov víðgongda, og tí taka teir ikki undir við henni. Teir mæla í staðin til ein sáttmála, ið leggur upp til, at føroyska sjálvstýrið verður víðkað so liðandi, við at vit taka yvir ávísu málsøkini, so hvørt vit eru før fyri tí.
Báðir teir stóru andstøðuflokkarnir siga seg nevniliga ynskja víðkað sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.
Hetta halda nógvir føroyingar sambært veljarakanningini eisini vera skilabest. Tað eru nevniliga 53,81 prosent av vejarunum, ið siga seg halda, at tað ber til at fáa víðkað sjálvstýrið innan fyri ríkisfelagsskapin.
Men heldur ikki hetta ræðir løgman. Hann vísir eins og áður á, at fólk ikki hava nakað ítøkiligt at taka støðu til, fyrr enn ein sáttmáli liggur á borðinum, sum úrslit av samráðingunum.
Vónar skjótar samráðingar
Anfinn Kalsberg sigur seg vóna at samráðingarnar fara at ganga bæði skjótt og væl. Men hann ásannar, at málið um evruna tekur nógva tíð og orku frá donsku stjórnini. Tí kann henda, at hetta fer at draga samráðingarnar út.
Hinvegin heldur hann eisini, at hetta kann skunda undir samráðingarnar. Hann vísir á, at tað jú kann henda, at danir kíta seg fyri at fáa avgreitt fullveldismálið, so orkan kann nýtast til málið um evruna.










