Avboð
Leygarkvøldið var nýggja, stásiliga operahúsið í Keypmannahavn, tikið í nýtslu.
Har vóru eisini umboð fyri almennu Føroyar boðin við. Eitt nú var skuldu løgmanshjúnini verða ímillum gestirnar.
Men Jóannes Eidesgaard varð noyddur at geva avboð.
? Eg noyddust tíverri at geva avboð, tí eg hhelt, at tað politiska arbeiðið í Føroyum kravdi, at eg varð verandi heima, sigur hann.
Hann sigur, at skuldi hann farið, hevði tað mesta av trimum døgum farið til ferðina og tað føldi hann ikki, at hann hevði stundir til, sum umstøðurnar nú eru.
Eitt nú er tað kreppustøðan í Suðuroy sum upptekur Løgmann so nógv, at hann helt, at hann kundi ikki fara av landinum.
Samgongan arbeiðir hart fyri at finna eina loysn á trupulleikanum hjá Suðuroynni. Samstundis eru onnur politisk mál á skránni, nú løgtingið kemur saman aftur og tá helt løgmaður ikki, at hann kundi fara til Keypmannahavnar.
Hann fegnast tó um, at tað bar til hjá Edmundi Joensen, løgtingsformanni at vera við, so almennu Føroyar vóru umboðaðar.