Løgmaður mótsigur sær sjálvum

Í stríð við opinleika. Høgni Hoydal heldur ikki, at tað kann vera rætt, at einstakir persónar í landsstýrinum avgera, hvørji mál koma fyri løgtingið. Hetta er ikki í sátt við tann opinleika, sum Jóannes Eidesgaard vanliga tosar um, sigur hann.
(Av misgávum var tað ikki rætta útgávan av hesi grein, sum var í leygardagsblaðnum. Tí prenta vit røttu útgávuna umaftur)

Marjun Dalsgaard
??????????????????

Jóannes Eidesgaard sigur, at Høgni Hoydal heilt hevur misskilt samanhangið í málinum um kunngerðir-nar, tá hann ákærir landsstýrið fyri at hava framt brot á stýrisskipanarlógina. Lógin áleggur løgmanni og landsstýri at leggja allar lógir fyri tingið, men her er ikki talan um nakra nýggja lóg, segði Jóannes Eidesgaard. Høgni Hoydal heldur, at hetta er beinleiðis í stríð við tað, sum Jóannes Eidesgaard annars hevur staðið fyri - nevniliga opinleika, og at føroyingar skulu viðgera og taka støðu til altjóða mál.
- Eg haldi, at tað er sera óheppið um sitandi landsstýri arbeiðir soleiðis, at einstakir persónar avgera, hvørji mál verða løgd fyri løgtingið, sigur Høgni Hoydal og leggur aftrat, at sáttmálin um NATO júst er ein upplagdur møguleiki at kjakast um, at tey eystureuropæisku londini verða limað inn í NATO.
- Jóannes Eidesgaard mótsigur sær sjálvum. Hann hevur tosað um opinleika, eins og hann hevur arbeitt fyri, at føroyingar skulu taka støðu til altjóða mál sum til dømis vápnahandil til ávís lond - hesum skilji eg einki av, sigur Høgni Hoydal
Høgni Hoydal setti mikudagin Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharra fyrispurning um, hvat hann ætlar at gera við brot á fólkaræðið í Føroyum, tí danskar lógir verða lýstar í Føroyum, sum ikki framm-anundan eru viðgjørdar í løgtinginum. Hann legði donsku stjórnina undir at seta lógir í gildi í Føroyum, uttan at spyrja føroyingar fyrst.
Orsøkina til, at hann tók tað upp í Fólkatinginum, sigur Høgni Hoydal vera, at danska stjórnin í 2003 valdi at seta nakrar hernaðarligar lógir í gildi í Føroyum, hóast eitt samt løgting mót-mælti hesum, og at ein tí kann óttast fyri, at hetta er ein nýggjur framferðarháttur hjá donsku stjórnini viðvíkjandi Føroyum - at lýsa lógir fyri Føroyar, uttan at spyrja føroyingar fyrst. Høgni Hoydal vildi mikudagin vera við, at júst hetta er hent nú í sambandi við tær umrøddu kunngerðirnar í Kunngerðarblaðnum B 13 og 14 frá 26. november.
Brot á stýrisskipanarlógina
Men Anders Fogh Rasmussen svaraði Høgna Hoydal í fólkatinginum, at hann als ikki hevur nakran áhuga, í at leggja seg út í, hvat landsstýrið sendir til viðgerðar í løgtinginum, og at umrøddu kunngerðirnar vórðu lýstar í semju við Føroya Landsstýri.
Hetta fekk Høgna at skýra kunngerðirnar fyri brot á stýrisskipanarlógina. Hann helt tað vera skelkandi, at landsstýrið ikki hevur sent málini til løgtingið, og segði seg vera bangnan fyri, at løgtingið framyvir ikki kann fylgja við, hvørjar lógir verða samtyktar at galda í Føroyum, og tískil aldri veit, hvat er í væntu, tá Kunngerðarblaðið kemur við postinum.
- Um okkara landsstýri so fegið vil tekkjast donsku stjórnini, at teir bara lata alt fara í gjøgnum, uttan at spyrja løgtingið fyrst, missa føroyingar alla ávirkan á, hvat ið verður galdandi í Føroyum, segði hann í sambandi við málið.
Talan er sum sagt um tvær kunngerðir frá 26. november 2004, sum standa í Kunngerðarblaðnum B nr. 13 og 14. Onnur er ein kunngerð um NATO-sáttmálan, sum snýr seg um innliman av Týsklandi í 1954 og seinni teimum baltisku londunum. Hin er ein kunngerð um altjóða dómstólin fyri krígsbrotsverk.
Eingi nýggj lóg
Jóannes Eidesgaard løgmaður sigur, at Høgni Hoydal hevur miskilt samanhangið, og at tað als ikki er talan um nakað brot á stýrisskipanarlógina, tí talan er ikki um nakra nýggja lóg, og at hendingin tískil ikki kann samanberast við hendingina í vár, tá danska stjórnin setti hernaðarligar lógir í gildi í Føroyum, ímóti løgtingsins vilja.
- Viðvíkjandi lógini um altjóða dómstólin er talan um eina samanskriving av lógum, sum áður eru viðgjørdar og samtyktar í løgtinginum. Hetta er ein pedagogisk kunning til borgaran, tí tað er ómøguligt at fylgja við, hvørjar broytingar gjøgnum tíðina eru framdar í galdandi lóg, um hetta ikki verður gjørt, segði Jóannes Eidesgaard um kunngerðirnar og legði aftrat:
- Mær vitandi er hetta ein kunngerð, sum fyrrverandi landsstýri hevur biðið um, og hesum landsstýrinum var Høgni Hoydal sjálvur ein partur av. Viðvíkjandi kunngerðina av NATO-sáttmálanum kann ein undrast á, at Høgni Hoydal tekur tað málið upp í Fólkatinginum, tí tá al-tjóða sáttmálar verða broyttir, verður tað kunngjørt fyri at kunna um broytingarnar, og ikki tí tað skal viðgerðast. Tað er nú einaferð soleiðis, at føroyingar einki at hava at siga, um NATO ger av at broyta sáttmálan - hartil er talan um gamlar broytingar, til dømis tá Týskland á sinni var innlimað í NATO í 50?unum, og tær hava verið galdandi í nógv ár, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur ikki, at nakað brot hevur verið á stýrisskipanarlógina.
- Eg hevði skilt tað betur, um Høgni tók í §7 í heimastýrislógini, sum vísir á, at tað er góður siður, at leggja øll mál fyri løgtingið, men av tí at tað ikki er talan um nakra nýggja lóg, meti eg, at tað hevði verið at halda løgtingið fyri gjøldur, at lagt hesi málini til viðgerðar, sigur Jóannes Eidesgaard. Men hesum er Høgni Hoydal sum sagt ikki samdur í - hann heldur hinvegin, at hesin hugburur skaðar opinleika og gjøgnumskygni, sum Jóannes Eidesgaard annars talar nógv fyri.