- Løgmaður hevur evstu ábyrgd av, at landsins virði verða tryggjað og umsitin á besta hátt til gagns fyri land og fólk. Hetta, sum nú gongur fyri seg, førir í besta føri beint ímóti hesum, og tí er umráðandi, at hetta landsskaðiliga virksemið heldur uppat.
Hetta skrivar Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, í lesarabrævið í morgun. Hann heldur, at síðani samgongan tók við í september 2015, hava Føroya fólk fleiri ferðir verið vitni til, at tingfólk í samgonguni royna at uppfinna trupulleikar í Ríkisfelagsskapinum. Somuleiðis heldur formaður Sambandsfloksins, at eitt slag av privatum uttanríkispolitikki verður rikin í hesum døgum.
- Nú stendur greitt fyri teim flestu, at høvuðsætlanin hjá “elituni” í samgonguni er at skapa konfrontatión í ríkinum, nú tann sokallaða “stjórnarskipanin” skal sendast til fólkaatkvøðu. Hetta er fyrsta stigið til at taka Føroyar úr ríkinum, og tað rópar til himmals, at Tjóðveldi nevnir sonevndu “stjórnarskipanina” fyri “evstu lóg”. Eftir teirra tykki skal hon standa oman fyri Grundlógina, skrivar Bárður á Steig Nielsen.
Víðari sigur hann seg vóna, at Javnaðarflokkurin vaknar. - Javnaðarflokkurin fer vónandi at vakna, taka ábyrgd og steðga leysu kanónunum, ið uttan heimild frá løgtinginum taka uttanríkispolitisk stig og skapa øsing á altjóða pallinum, skrivar formaður Sambandsfloksins.
Útflutningsvirði í stórum vanda
- At Føroyar gera sínar egnu handilsavtalur er til stórt gagn fyri vinnuna, og hevur hetta seinastu árini givið stórt meirvirði til pelagisku vinnuna, og ikki minst hevur alivinnan fingið nógv burturúr hesum avtalum. Eisini traditionella fiskivinnan hevur havt gagn av okkara handilsavtalum. Avtalur skulu røkjast, og altjóða politikkur er ein partur av hesum. Tí er tað sera umráðandi, at vit ikki leggja okkum sjálvum forðingar úti í heimi, ið kunnu ávirka framtíðar samstarv. Vit hava við góðum snildum og semjusøkjandi framferðarhátti megnað at skapt góð handilssambond runt um í heiminum. Har ið onnur lond hava boykott, hava vit framgongd, skrivar Bárður á Steig Nielsen og heldur fram.
- Í tráðanini eftir, at skapa øsing – ein samanbrest – í Ríkinum, verður hetta nú gloymt burtur. Um sjóneykan nú verður vend ímóti okkum, fyri okkara framferðarhátt í altjóða politikki, kann hetta fáa álvarsamar avleiðingar fyri okkara útflutningsvinnu, skrivar hann.
Les alt lesarabrævið við at trýsta her