Nú politiska støðan í landinum er soleiðs háttað, at landsstýrið ikki longur hevur parlamentariskan meiriluta aftanfyri seg og samráðingar eru farnar í gongd millum samgonguflokkarnar og andstøðuflokkar um møguligt samstarv, heldur Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, at loysnin upp á trupulleikan liggur beint fyri nøsini á samgonguni.
Hann heldur, at tað rættasta at gera nú, til tess at aftur fáa arbeiðsfrið og støðufesti í politisku skipanina, er at fylgja teimum samtyktum, ið løgtingið longu hevur gjørt.
- Teir eiga at endurskoða løgtingssamtyktina um sandoyartunnilin og fara í holt við bæði at gera tunnil um Skopunarfjørð og til Suðuroyar samstundis, soleiðs at teir báðir verða lidnir samstundis, sigur Zakarias Wang.
Hetta, heldur hann, er tað rætta at gera samfelagsbúskaparliga, og í veruleikanum heldur hann, at hetta er einasti møguleikin fyri at bjarga samgonguni.
Kostnaðurin reelt lítil
- Verandi skipan, við sigling um firðirnar, er í veruleikanum somikið dýr, at tað hevði loyst seg langtíðarfíggjarliga at farið í holt við báðar tunnlarnar suðureftir. Tað hevði verið bíligari at latið bilarnar sjálvar koyrt gjøgnum tunnlarnar, heldur enn at sigla teir um firðirnar, um hugsað verður um økta mobilitetin hjá teimum tíggju prosentunum av føroya fólki, ið búgva sunnanfjørðs, greiðir Zakarias Wang frá.
Eisini eigur at havast í huga, at altjóða samfelagið fer at seta alsamt størri krøv, tá talan er um útlát av koltvíiltu og vakstrarhúsgassum annars.
- Um vit lata bilarnar koyra sjálvar gjøgnum tunnlarnar, so minka vit um útlátið við tað, at bilarnir dálka minni, enn skipini gera, leggur Zakarias Wang dent á.
Hann heldur eisini, at fíggingin av tunnlunum er í veruleikanum eingin trupulleiki. Hann metir tað verða rættast, um landskassin tók lán úr føroysku peningastovnunum til tess at fíggja verkætlanina.
- Um landskassin tekur innanlandslán úr føroysku peningastovnunum, svara hetta til at læna úr vinstra lumma í høgra. Tað hevði í øllum førum verið skilabetri enn at læna úr útlendsku peningastovnunum, staðfestir Zakarias Wang.
Harafturat heldur hann, at tað hevði loyst seg hjá peningastovnunum at lænt pengar til eina slíka trygga verkætlan, heldur enn at læna pengar út fyri hús og aðrar íløgur, ið skjótt kunnu minka í virði.
Bakka ella nýval
Um viðurskiftini í politisku skipanini skulu fáast aftur í rættlag, og samgongan skal halda valskeiðið út, heldur Zakarias Wang at bert ein loysn er.
- Um samgongan ætlar sær at fáa arbeiðsfrið, parlamentariskan meriluta aftur og at sita alt valskeiðið út, so noyðist løgmaður at fáa Gerhard Lognberg við í samgonguna aftur. Hetta má hann gera við at bakka og ganga við til at fylgja løgtingssamtyktini frá 2007 um sandoyartunnil, sum stórur meiriluti av táverandi løgtingi samtykti.
Hann heldur eisini, at um landsstýrið ikki velur at fylgja samtyktini og heldur velur at taka onkran av andstøðuflokkunum inn í hitan, so kemur landsstýrið í stórar trúðvirðistrupulleikar. Um samgongan velur at satsa uppá minnilutastjórn og Sjálvstýrisflokkin sum stuðulsflokk, fer samgongan neyvan at halda valskeiðið út.
- Hin møguleikin við Sjálvstýrisflokkinum fer at geva øgiligan óstabilitet, og endin verður helst nýval í nærmastu framtíð, metir Zakarias Wang.
Í verandi løtu royna teir at fáa parlamentariskan meiriluta aftur, og flokkarnir halda kortini sera tætt innat kroppinum.
- Einasta loysnin er at løgmaður noyðist at bakka fyri Gerhardi Lognberg og byggja báðar tunnlarnar suðureftir. Milliardirnar eiga teir at læna úr føroysku peningastovnunum, sigur Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur.










