UPPSØGN
Fyrrapartin týsdagin segði løgmaður Annlis Bjarkhamar úr starvi sum landsstýriskvinna við mentamálum.
Hann handaði henni eitt skriv klokkan 10, har hann gjørdi greiðu fyri sínari niðurstøðu í málinum, sum hann hevur kannað eina tíð.
»Málið um setan av landsantikvari er handfarið soleiðis, at eg sum heild meti, at tú hevur sett trúvirðið á okkara umsiting í vanda. Eisini meti eg, at tín handfaring av málinum kann vera til stóran skaða fyri framtíðar setanir av almennum starvsfólki,« skrivar Anfinn Kallsberg løgmaður í brævinum til Annlis Bjarkhamar.
Løgmaður harmast samstundis um, at landsstýriskvinnan ikki legði uppfyri sínum viðmerkingum undir sjálvari setanartilgongdini og staðfesti setanina, hóast løgmaður bað um frágreiðing um málið.
Løgmaður vendi sær til Annlis Bjarkhamar 5. februar 2003 og bað hana lata sær eina nágreiniliga lýsing av málinum og kravdi øll viðkomandi skjøl útflýggjað.
Skjølini fekk hann 13. februar, og hann hevur eisini fingið viðmerkingar frá landsstýriskvinnuni og aðalstjóranum í Mentamálaráðnum.
Sum kunnugt setti Annlis Bjarkhamar danan Steffen Stumman Hansen í starvið sum landssantikvar, hóast setanarnevndin í tveimum umførum peikaði á virkandi landsantikvarin Símun V. Arge.
Grundað á gjøgnumgongd av skjølunum í málinum um landsantikvarin metir løgmaður, at »fleiri viðurskifti eru, sum benda á, at málið ikki er handfarið á nøktandi hátt«, skrivar løgmaður í brævinum til Annlis Bjarkhamar og leggur afturat, at »tað av røttum er sáddur ivi um embætisførslu tína í hesum sambandi«..
Løgmaður metir málið hava stóran meginregluligan týdning, tí grundleggjandi trúvirðið á almennu fyrisitingina liggur í avgerandi mun í starvssetanum. Tað hevur stóran týdning, at mannagongdir og siðvenjur verða fylgdar, tá starvsfólk verða sett.
»Tað er siðvenja, at tað eru embætisfólk, sum fyrireika málini, tá avgerðir um almennar setanir skulu takast, eins og tað er siðvenja, at embætisfólk hava um hendi umsitingina av slíkum málum. Í hesum máli hevur tú luttikið í málsviðgerðini á ein óvanligan hátt. Tí kunnu spurnartekn setast við, um tað einans eru tikin saklig atlit, tá avgerð varð tikin um at seta landsantikvar, serstakliga tí hetta varð gjørt beint ímóti teimum tilmælum, sum setanarbólkurin gav tær«, er greiða niðurstøða løgmans.
Hann vísir til almenna setanarpolitikkin og staðfestir, at tað er ein týðandi avgerð fyri bæði starvsfólk og arbeiðspláss, tá nýggj starvsfólk verða sett. Ikki minst tá leiðarar verða settir. Tí mugu ávísar mannagongdir fylgjast. Setanarpolitikkurin skal tryggja, at umsøkjarar, sum ikki fáa starv, kunnu vera vísir í, at avgerðin er farin fram á rættan og rættvísan hátt.
Og tað metir løgmaður altso ikki, at umsøkjararnir kunnu vera í hesum føri.
Sostatt noyðist Annlis Bjarkhamar at handa lykilin til mentamálaráðið víðari. Hon er fimti landsstýrimaðurin við mentmálum síðan 2000. Nú skal tann sætti royna seg.