Í farnu viku var hátíðarhald á donsku sendistovuni í London í sambandi við, at Sofus Poulsen í ár hevur starvast á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen í fimti ár. Nógv varð gjørt burtur úr haldinum og var m.a. Anfinn Kallsberg, løgmaður boðin við. Har vóru eisini umboð fyri føroyingafelagið í Bretlandi. Sosialurin skilur, at samkoman var sera væleydnað og vóru mong góðynskini til Sofus Poulsen, sum framvegis er til arbeiðis á umboðsstovuni í Aberdeen.