Kjartan Hoydal heldur lítið um ávaringina ímóti Átakinum Hesuferð, sum løgmaður sendi út til fjølmiðlarnar hósdagin.
? Við orðalagi, so kaldur gjóstur stendur frá, verður ávarað ímóti, at fólk samskipað eru ósamd við løgmanni og hansara sjónarmiðum um, hvussu farast skal fram í sjálvstýrismálinum.
? Hetta kann ikki fatast sum annað, enn at løgmaður leypir á frælsið at skipa seg og bera egin sjónarmið fram.
Soleiðis svarar Kjartan Hoydal skrivinum, sum løgmaður hósdagin sendi út um eitt teldubræv, sum Kjartan Hoydal skrivaði til limir í Átakinum Hesuferð, men sum kom á skeivar hendur.
Sendi til skeiv fólk
Tað var týsdagin, at Kjartan Hoydal, sum er eitt av oddafólkunum í Átakinum Hesuferð, skuldi senda teldubræv út til limir í átakinum.
Í hesum teldubrævi kom hann við tveimum uppskotum um, hvussu átakið skal arbeiða í heyst.
Annað uppskotið var at mótmæla arbeiðsháttinum hjá løgmanni, sum vil hava framhaldandi samráðingar við donsku stjórnina, og hin var at fáa fleiri viðmerkingar um sjálvstýrismálið í fjølmiðlarnar.
Trupulleikin var tó tann, at teldubrævið av misgáum varð sent nógv fleiri fólki, enn Kjartan Hoydal ætlaði. Onkursvegna kom brævið í hendur á løgmanni, sum beinanvegin reageraði ímóti brævinum.
Løgmaður kendi seg stoyttan av uppskotinum um at stríðast ímóti hansara samráðingum við danir. Anfinn Kallsberg sendi út eitt skriv, har hann kallaði innihaldið í brævinum fyri skipaðan ágang ímóti sær, og hann helt, at ætlaninar hjá Hesuferð kundu fara at forkoma sjálvstýristilgongdini.
Lopin fram av
Kjartan Hoydal heldur, at løgmaður er lopin fram av við at senda bæði eina ávaring og sjálvt teldubrævið út til almenningin.
? Eg hevði skilt tað betur, um tað var formaðurin í Fólkaflokkinum, sum gjørdi hetta, men at tað skal verða løgmaður er óskiljandi. Tað er óheppið, at løgmaður fer út við eini ávaring, sum er fullkomiliga óneyðug og sum byggir á so tunt grundarlag, sigur Kjartan Hoydal.
? Fólk fáa við ávaringini hjá løgmanni eina fatan av, at her er talan um eina stóra og miðvísa kampanju ímóti løgmanni, men soleiðis er als ikki.
Kjartan Hoydal heldur, at brævið til limirnar í Hesuferð er einki øðrvísi enn tað, sum fer fram innan allar aðrar politiskar felagsskapir.
Hava einki við Hesuferð at gera
Føroya mest umtalaða teldubræv í løtuni er sent fólki, sum hava tilknýti til Átakið Hesuferð, men tað er eisini av misgáum sent nógv fleiri fólkum.
Kjartan Hoydal heldur, at tað er skeivt av løgmanni at senda hetta teldubrævið út til almenningin við øllum móttakarunum á.
? Um eitt privat bræv av misgáum kemur øðrum í hendi enn tí, tað var ætlað, man vanligur fólkasiður var at bera sendaranum brævið aftur og boða frá mistakinum, heldur Kjartan Hoydal.
? Tað harmar meg nógv, at løgmaður sendir hetta brævið út, tí fleiri av móttakarunum av teldubrævunum hava fingið brævið av óvart og hava einki við Átakið Hesuferð at gera.