Løgmaður leyp framav

Hví kann ein løgtingsmaður ikki siga, at landsstýrið fer eftir fullveldinum, tá landsstýrið kann skriva í brævi til allar danskar fólkatingsmenn: ?Formålet med det forberedelsesarbejde, landsstyret har gjort i snart to år, er, at Færøerne og Danmark skal indgå en traktat, der:

- opretter Færøerne som en fri og suveræn stat??

Hví kann ein løgtingsmaður ikki siga, at landsstýrið einki nevnir um áramálið fyri skiftistíðina, tá ið landsstýrið í sínum brævi tosar um ?en lempelig økonomisk overgangsordning med gradvis nedtrapning af bloktilskuddet??

Brævið frá landsstýrinum er síðani lagt út á heimasíðuna um fullveldið á internetinum, so at øll verðin kann lesa tað.

Hin 16. februar 2000, sendi løgmaður skriv til løgtingsformannin, har gjørt varð vart við, at løgmaður metti, at undirritaði hevði brotið tagnarskylduna viðvíkjandi uppritinum til samráðingar við donsku stjórnina um rættarstøðu Føroya.

Brævið frá løgmanni varð viðgjørt á fundi í Formanskapi Løgtingsins hin 17. februar 2000.

Í brævi til løgmann hin 18. februar 2000, sigur løgtingsformaðurin millum annað, at ?formanskapurin hevur ikki viðgjørt kæruna um Heðin Mortensen serstakt.? Eisini sigur løgtingsformaðurin í brævinum: ?Um tygum meta, at málið eigur at verða meldað løgregluni fyri brot á revsilógina, eru tað tygum, sum tann órættaði í málinum, sum eigur at taka hetta stig.?

Løgmaður hevur síðani boðað frá, at hann ikki ger meira við málið.

Út frá hesum kann staðfestast:


?at formanskapur løgtingsins vísir hesum konkreta málinum frá sær.

?at eingin niðurstøða er gjørd um hvørt tagnarskyldan er brotin ella ikki

?at løgmaður einki hevur at byggja skuldsetingarnar á.


Tá formanskapurin ikki tekur støðu í málinum, so er greitt, at óvissa ræður um hvørt málið er egnað til nærri viðgerð og hevur slíkt innihald, at grundarlag er fyri at taka nakra avgerð yvirhøvur.

Eisini kann niðurstøðan tulkast sum ein viðurkenning av, at ákærurnar, sum settar eru fram um brot á tagnarskylduna, ikki byggja á nakað haldgott støði.

Niðurstøðan hjá mær, sum løgtingsmanni er tí, at løgmaður er lopin framav, og at løgtingið hevur dømt ákærurnar deyðar at vera.


Heðin Mortensen, løgtingsmaður Sambandsfloksins