Løgmaður leggur upp til einaræði

Formaður Tjóveldisfloksins heldur tað vera at leggja upp til einaræði, tá løgmaður vil hava uppskot frá landsstýrinum at vera hálvgum samtykt árenn tey koma fyri tingið

? Er samgongan liðug at viðgera øll lógaruppskot áðrenn tey koma fyri tingið, verður andstøðan sett til viks, og hetta er at seta fólkaræði til viks.

Heini O. Heinsen, formaður Tjóðveldisfloksins, heldur tað vera skeivt av løgmanni at meldað út, at lógaruppskot frá landsstýrinum skulu vera so mikið gjølla viðgjørd millum samgongulimir áðrenn tey verða løgd fyri tingið, at tey hálvgum eru samtykt.


Í stríð við stýrisskipanina

? Sjálvandi skal tað, sum landsstýrið leggur fyri tingið vera fulfíggjað. Men tað merkir ikki, at tað skal viðgerast aðrar staðir enn í landsstýrinum, áðrenn tað kemur fyri tingið.

Heini O. Heinesen heldur tað vera í stríð við stýrisskipanina at viðgerða mál til fulnar millum samgongutingfólk áðrenn andstøðan fær høvi at seta seg inn í tey og koma við sínum viðmerkingum. Málsviðgerð eigur at fara fram í tinginum, heldur hann. Alt annað metir hann ber brá av einaveldi.

? Eg haldi ikki, at løgmaður kann krevja, at øll samgongan skal taka undir við einum máli, bert tí tað er samtykt í landsstýrinum.


Flytir ábyrgdina

Heini O. Heinesen sigur seg taka fult undir við øllum útsagnunum hjá floskfeløgum sínum, Finni Helmsdal og Pálli á Reynatúgvu, viðvíkjandi pensjónsmálinum. Men hann viðgongur tó, at summar orðingar hesir báðir hava nýtt um landsstýriskvinnuna hava verið heldur óhepnar.

Men at løgmaður á tíðindafundi í Tinganesi velur at harta tingmenn í staðin fyri at vísa á mistøkini hjá Helenu Dam á Neystabø, góðtekur formaður Tjóðveldisfloksins ikki. Hann sigur hetta vera at tveita landsstýrismannaábyrgdina yvir á tingfólk í staðin fyri á rætta landsstýrisfólkið.

? Í stýrisskipanini hava vit eina lóg um landsstýrismannaábyrgd, og henni eiga vit at fylgja. Tí eigur Helena Dam á Neystabø og eingin annar ábygdina av óskilinum í pensjónslógini.


Einki misálit

Hóast formaður Tjóðveldisfloksins metir framferðina hjá Helenu Dam á Neystabø í pensjónsmálinum vera beinleiðis ræðuliga, hevur hann ongar ætlarnir um at leggja misálit á landsstýriskvinnuna.

Heini O. Heinesen heldur heldur ikki, at ósemjan hóttir samgonguna,

? Vit eru ógvuliga keddir um framferðina, men mugu bara sláa kalt vant í blóði meðan landsstýriskvinnan syrgir fyri at fáa tingini í rættlag, sigur hann.

Orsøkina til, at tikið varð undir við lógaruppskotinum, hóast tað ikki var fullfíggjað, sigur Heini O. Heinesen vera, at málið kom alt ov seint í tingið, og varð tað tískil skrumblað ígjøgnum.