Løgmaður læt nógvar dyr upp fyri okkum

- Ferðin hjá føroyskum vinnulívsfólki í India hevur verið sera væleydnað og vit hava fingið nógv burturúr, sigur Egil Olsen, stjóri í Faroe Marine Biotech

Føroyskt vinnulív í India
 

-Hetta hevur verið ein veldug succes.
Egil Olsen angra, angrar ikki eina løtu, at hann tók av tilboðnum um at fara til India saman við eini stórari føroyskari sendinevnd við sjálvum Løgmanni á odda.
Hesar seinastu dagarnar hevur ein stór, føroysk sendinevnd av vinnulívsfólki ferðast í India við tí endamáli at vita um tað ber til føroyskum vinnulívi at troyta nýggjar leiðir í hesum velduga landi í fjareystri.
Egil Olsen, stjóri í Faroe Marine Biotech, er ein av teimum útvið 30 føroysku vinnulívsfólkum, sum gjørdi av at taka av tilboðnum at vera við á ferðini.
Føroyska sendinevndin kemur aftur í dag og Egil Olsen kann heilt stutt staðfesta, at ferðin hevur verið avbera væleydnað.
Men hann er fullvísur í, at tað, sum hevur gjørt ferðina so væleydnaða, er, at tað var sjálvur løgmaður, sum stóð á odda fyri sendinevndini.
- Eg síggi ikki føroyskan uttanríkisplitikk soleiðis, at vit skulu leggja okkum út í politisk mál úti í heimi. Eg síggi føroyskan uttanríkispolitikk meiri soleiðis at vit skulu brúka hann til at knýta handilssambond, sigur hann
- Og í hesum føri má eg ásanna, at Løgmaður hevur av sonnum latið dyr upp fyri okkum, sum annars høvdu verið afturlætnar.
Hann sigur, at tað, at løgmaður var við, gav ferðini ein formligan dám.
- Allastaðni varð hann móttikin sum ein statsmaður og indarar lótu allar dyr upp. Og saman við donsku sendistovuni í India, hevur løgmaður gjørt sítt til, at vit sluppu at hitta tey røttu fólkini.
- Skuldu vit farið avstað sum einstaklingar, høvdu vit als ikki fingið so nógv burturúr. Men løgmaður og danska sendistovan hava gjørt eitt stórt arbeiði at leggja ferðina til rættis og við at syrgja fyri at vit hittu tey røttu fólkini.  
 
Størsta forðingin er sálarlig
Sostatt ger Egil Olsen øllum teimum til skammar, sum av ymsum orsøkum hava funnist at ferðini. Bæði vinnulívsfólk, íslendskur professari og politikararar hava niðursáplað ferðina av ymsum orsøkum.  Ein atfinning hevur verið, at India er eitt tað torførasta landið yvirhøvur at samstarva við, tí tað er ikki limur í EFTA og hevur so nógvar handilsforðingar, at tað er mestsum burturspilt arbeiði yvirhøvur at royna at koma upp í part har.
Somuleiðis hevur løgmaður verið fyri atfinningum tí at hann skal hava standa á odda fyri eini ferð, sum hesari, ið fammanundaner skýrd at vera nyttuleys.
- Eg skilji ikki atfinningarnar og eg má viðganga, at tær harma meg, sigur Egil Olsen.
Hann sigur, at hann hevur havt nakrar langar og strævnar dagar í India og hann hevur hitt nógv fólk, men handilsforðingum hevur hann ikki hitt.
- Veruleikin er nokk tann, at tær forðingar, sum eru, eru fyri tað mesta í hugaheiminum á summum politikarum, vinnulívsfólki og serfrøðingum annars, tí veruligar eru hesar forðingar ikki. Talan er sostatt meiri um sálarligar forðingar enn um ítøkiligar forðingar.
Egil Olsen vísir á, at verða vørur fluttar úr Føroyum til India at verða meiri virkaðar og síðani útfluttar aftur til USA, er tollurin onkustaðni ímillum 0 og 4%.
-Tað er heilt vanligt, at vørur verða fluttar úr Evropa til India at verða virkaðar víðari og so verða tær sendar aftur á marknaðin  í Evropa.   
Summi hava víst á, at tað hevði loyst seg betri at farið eina slíka ferð til Kina.
Egil Olsen sigur, at fyrimunurin við samstarvi við India, framum samstarvi við Kina, er júst tann, at í India er arbeiðsmegin ógvuliga væl útbúgvin á nógvum økjum. Harafturat duga øll enskt og  duga sostatt at samskifta á enskum og tað er ikki altíð støðan í Kina.
 
Stórir møguleikar hjá føroyskum vinnulívi
Men kunnu vit so fáa burturúr einum samstarvi við India?
- India er eitt ómetaliga stórt land og tað, sum vit mest fáa fatan av, er, hvussu fátækt og tilafturskomið landið er.
-Men veruleikin er eisini ein heilt annar. Veruleikin er, at India er eitt land við eini sera vælútbúnari arbeiðsmegi á nógvum økjum. Samstundis eru teir fult út førir fyri at samskifta á enskum og teir eru vanir at arbeiða á altjóða støði. Og so er talan um eitt land við sera  sera lágum kostnaðarstøði.   
Hann sigur, at júst hetta eru grundleggjandi viðurskifti í sambandi við eitt sínamillum samstarv ímillum India og Føroyar.
- Tí síggi eg India sum ein sera stórur møguleiki hjá føroyskum vinnulívi, leggur hann afturat.
Men hann sigur, at tað er eitt samstarv, sum kann ganga báðar vegir, soleiðis at føroyingar kunnu fáa nógv burturúr einum samstarvi við India, men teir kunnu eisini fáa nakað burtur einum samstarvi við okkum.
Egil Olsen sigur, at sjálvur var hann mest áhugaður  í at hitta indarar, sum arbeiddu í fiskivinnuni og serliga innan biotøkni.
- Júst á hesum øki eru indarar sera frammaliga og biotøkni er ein ídnaðaður, sum er í ógvuliga stórari menning í India.
Á ferðini í India hitti hann fyritøkur í India, sum arbeiða innan biotøkn og stjórin í Faroe Marine Biotech hevur eisini fingið ítøkiligt úrslit burturúr.
- Tað eru øki, har indarar hava ein serligan kunnleika, sum vit hava brúk fyri og kunnu læra nakað av.
Hann nevnir sum eitt dømi, at Faroe Marine Biotech hevur brúk fyri at gera ymsar kanningar í sambandi við framleiðslur av ymsum slagi.
- Men tær kanningar kunnu gerast á líka høgum støði í India, sum í Norðanlondum, men tað er bara nógvar ferðir bíligari at gera tær í India.
-Men Indarar hava eisini serliga vitan á ymsum øki innan biotøkni, sum vit ikki hava. Eitt nú hava teir kunnleika um serligar eginleikar, sum smáverur í køldum sjógvi hava í sambandi við ymsar framleiðslur. Teir hava eisini hugskot um, hvussu hesir serligu eginleikar kunnu gagnnýtast í eini framleiðslu og ta vitanina eru teir áhugaðir í at samstarva við okkum um. Tað kann geva okkum ein heilt serligan møguleika, heldur Egil Olsen.
- Hinvegin hava vit eina serliga vitan innan tøkni, sum teir kunnu fáa gagn av. Sostatt kunnu báðir partar fáa nyttu burturúr einum samstarvi, sigur stjórin í Faroe Marine Biotech.
Hann Egil sigur, at hann og indarar eru samdir um at kanna kanna møguleikarnar fyri samstarvi á ymsum økjum. 
- Møguleikin er sera stórur í India. Tað er bara at finna teir og at taka teir, sigur Egil Olsen.