Løgmaður lægsta umdømi

Størstu und­ir­tøk­una hevði løg­mað­ur beint eftir valið

Kaj Leo Holm Johannesen hev­ur ongantíð havt lægri um­dømi enn nú. Tað vísti sein­asta kanningin hjá Gall­up, sum varð kunngjørd síðsta mánadagin.

Í kanningini eru fólk spurd, hvussu væl tey halda, at løg­­mað­­ur klárar seg samlað. Tey skulu geva honum karakter á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er »sera illa« og 10 er »fram­úr­skar­andi«.

Karaketerurin, sum velj­ar­ar­nir hes­a­ferð góvu løg­manni, var 4,3. Tað er væl lægri, enn hann fekk í sein­astu kann­ing, sum varð gjørd í febr­uar í ár. Tá fekk hann 5,0.

Bestu undirtøkuna fekk løg­mað­ur í kann­ing, sum Gallup gjørdi fyri Sos­i­al­in í de­sem­ber í 2011. Tá var skoðs­málið 6,2. Tann kann­ing­in varð gjørd beint eft­ir, at nýggja samgongan mill­um Sam­bands­flokk­in, Fólk­a­flokk­in, Mið­flokk­in og Sjálv­stýr­is­flokk­in varð skipað.

Tann karakterurin, sum tann størsti bólkurin gevur løgmanni, er botn­kar­ak­ter­ur­in »1«, sum 19 prosent av teim­um spurdu geva hon­um. Næststørsti bólkurin gev­ur hon karakterin beint und­ir miðal, sum er 5. Tað skoðs­málið hava 17 prosent av teim­um spurdu givið løg­manni.

Hyggja vit eftir ald­urs­bólk­um, so eru tað tey ungu und­ir 24 ár og tey gomlu yv­ir 60 ár, sum halda mest um løg­mann.
Tey ungu geva løg­manni karakterin 4,7 og tey gomlu 4,5.

Lægstu undirtøkuna fær løg­maður frá teimum 50-59 ára gomlu, sum geva honum skoðs­málið 4,0.

Kanningin býtir eisini und­ir­tøkuna hjá løgmanni sund­ur á øki í Føroyum. Størstu undirtøkuna hevur løg­mað­ur Norðoyggjum. Har geva tey honum skoðsmálið 5,2. Næstbest er hann um­tókt­ur í Vágum, har hann fær skoðs­málið 5,0. Lakastu und­ir­tøkuna fær løgmaður í høv­uðs­stað­ar­øk­i­num og í Sand­oy, har hann fær skoðsmálið á­vik­a­vist 3,8 og 3,7. Nevnast kann, at flokkurin hjá løg­manni søguliga hevur lítla und­ir­tøku í Sandoynni – Sam­bands­flokk­u­r­in hev­ur ong­an­tíð havt tingmann vald­an í Sandoyar sýslu val­dømi.