Løgmaður krevur kunning um stovnar

Landsstýrisfólk eiga at kunna landsstýrið um, hvørjar ætlanir eru við ymiskum stovnum. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, nú Aksel V. Johannesen – uttan at siga landsstýrinum frá frammanundan – hevur kunngjørt, at Heilsutrygd skal vera í Klaksvík. Aksel Johannesen lovar nú at greiða landsstýrinum frá sínum ætlanum

Seinastu árini hava vit ferð eftir ferð sæð, at landsstýrisfólk hava lagt stovnar í sína egnu bygd.

Tí kom tað ikki beinleiðis óvart á, at Aksel V. Johannesen – sum sama dag, sum hann gjørdist heilsumálaráðharri kunngjørdi, at Klaksvíkar sjúkrahús ikki verður niðurlagt, so leingi hann er í sessinum – fyri tíð síðan boðaði frá, at nýggja Heilsutrygd skal leggjast í Klaksvík.

Men Kaj Leo Johannesen, løgmaður, heldur lítið um, at landsstýrismaðurin gjørdi soleiðis, uttan at greiða landsstýrinum frá sínum ætlanum.

– Landsstýrisfólk eiga at kunna um, tær ætlanir, sum eru, og altíð vera trygg at baklandið er í ordan, tá tosað verður um flyting av stovnum. Tað tók eg eisini upp á seinasta samgongufundi, staðfestir løgmaður.

Hann greiðir víðari frá, at vit ikki í framtíðini skulu síggja, at landsstýrismenn av sínum eintingum flyta stovnar. Tí tað má altíð vera kjølfest á einum landsstýrisfundi, so politikkur ikki kemur burturúr tí, sum vit hava sæð seinastu dagarnar og vikurnar í fjølmiðlunum.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, tekur hendan kritikkin til sín.

– Tað er møguligt, at tað skuldi verið viðgjørt á landsstýrisfundi fyrst, viðgongur Aksel V. Johannesen, og lovar at taka tað upp á einum komandi landsstýrisfundi, har hann fer at greiða frá, hví Heilsutrygd skal liggja í Klaksvík.


Best í Klaksvík

Men Aksel V. Johannesen fer at halda fast við, at stovnurin liggur best í Klaksvík, og hann vísir á nakrar fakligar grundgevingar.

Júst sum løgmaður sóknast eftir.

– Hyggja vit stutt fram í tíðina, so mugu vit hava eina so smidliga yvirgongd sum gjørligt, og tað megna vit til dømis ikki í Sandoynni, har bara eitt fólk í løtuni er tengt at sjúkrakassanum, sigur klaksvíkingurin í Heilsumálaráðnum.

Hann leggur afturat, at í Klaksvík eru fleiri tengd at sjúkrakassanum í løtuni, og í Eysturoynni eru enn fleiri, og tí er skynsamt at leggja stovnin í Klaksvík, so fólkini, sum longu eru tengd at sjúkrakassanum kunnu hava møguleika og vilja at søkja starv hjá Heilsutrygd.

Spurdur um Heilsutrygdin ikki eins væl kundi ligið í Eysturoynni, tá fleiri fólk eru tengd at sjúkrakassanum har, tekur landsstýrismaðurin eitt annað atlit.

– Størsta arbeiðsloysi í landinum er í Klaksvík, og tað er ikki bara tí, at Kósin ikki er opin. Tí er tað upp á longri sikt skilagott at leggja størvini í Klaksvík, staðfestir landsstýrismaðurin.


Kom við grundgevingum

Tá løgmaður verður spurdur, um Aksel V. Johannesen sleppur at seta Heilsutrygd á stovn í Klaksvík, staðfestir hann, at heilsumálaráðharrin bara skal koma við nóg góðum grundgevingum.

– Eru grundgevingarnar væl fakliga forsvarligar, so dugi eg ikki at síggja, hví hann ikki skal gera tað, men tað mangla vit at fáa at vita á einum landsstýrisfundi. Tó gangi eg útfrá, at tað verður tikið upp á fyrst komandi Landsstýrisfundi, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at leggja stovnin har.

Víðari sigur løgmaður, at tað kann vera, at tað er skilagott at leggja Heilsutrygd í Klaksvík ella onkra aðrastaðni.


Hava tikið stovnar

Tó staðfestir løgmaður, at tað ikki hevur verið tilvildarligt, hvussu stovnar hava verið lagdir kring landið seinastu árini, og onkursvegna hevur tað havt nakað at siga, hvaðani landsstýrismenninir hava verið.

– Eg haldi ikki, at tað sær tilvildarligt út. Eg haldi mann byrjaði við Fiskiveiðieftirlitinum har vestri, at tað er, sigur Løgmaður, áðrenn hann brýtur seg sjálvan av, og fer at tosa um, hvussu mann skal skipa stovnarnar kring landið.

Aksel V. Johannesen er samdur við løgmanni, at stovnar ikki bara skulu leggjast í eitt øki, bara fyri at leggja teir har, men hann staðfestir eisini, at tað ikki skal vera ein vansi hjá einum øki at hava ein landsstýrismann.


Sleppur ikki av eintingum

Men hvussu víkir og vendir, so staðfestir løgmaður, at landsstýrismenn ikki longur sleppa at leggja stovnar í síni øki av sínum eintingum.

– Fer eitt landsstýrisfólk í sjálvdrátti og flytur, uttan at siga nakað, so endar tað við, at tað bara verður ein, sum verður fluttur, og tað er landsstýrisfólkið sjálvt, staðfestir løgmaður.

Og hesar treytir góðtekur Aksel V. Johannesen, tí skuldi tað verðið, at hann verður noyddur at leggja Heilsutrygd aðrastaðni enn í Klaksvík, so ger hann tað. Men fer at halda fast við, at Klaksvík var besta loysnin.

Hetta seinasta sigur Aksel V. Johannesen ikki bara vera at fiska atkvøður.

– Skuldi eg vunnið nakrar atkvøður – um tað skuldi verið val skjótt – í Klaksvík, so er møguleiki fyri, at eg missi tær aðrastaðni. Tað er hóast alt eitt valdømi, metir Aksel V. Johannesen.