Um blokkstuðulssamráðingarnar ikki bera á mál, so fara at mangla einar 150 til 200 milliónir í. So skulu teir pengarnir finnast onkra aðrastaðni í skipanini, og tað kann umroknast til eini 300 almenn arbeiðspláss.
Tað segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, við Rás2 á middegi.
Men løgmaður leggur dent á, at hann fær illa gjørt viðmerkingar til úrslitið av blokkstuðulssamráðingunum, tí samráðingarnar eru ikki byrjaðar enn.
Boðskapurin úr Fólkatinginum í gjár var tó greiður. Tað fer helst at bera til at prístalsviðgera blokkin frameftir men ikki við afturvirkandi kraft. Tað vóru flestu framsøgufólkini samd um.
Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, gjørdi greitt, at støðan hjá stjórnini og hjá honum sjálvum er prúra greið, at tað eru tveir møguleikar: Annaðhvørt verður hann nominelt tað sama sum nú, ella verður hann prístalsviðgjørdur frá nú av.










