Løgmaður: Kommunuskatturin má niður

- Nú eiga kommunurnar tørn at lætta um hjá lágløntum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Boðskapin sendir løgmaður út á Facebook, har millum annað skrivar soleiðis:

“So gongur sjón fyri søgn tá skattauppgerðin kom heim í gjár. Kommunuskatturin, er nú størri enn landsskatturin, lægru inntøkurnar verða sera hart skattaðar í kommunuskattinum, og ikki í landsskattinum.”

Í FB-kjaki eftir útmeldingina hjá løgmanni skrivar Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin:

“Tey framkomnu norðurlendsku vælferðarsamfeløguni brúka landsskattin til at útjavna ójavnan millum fólk. Tit brúka landsskattin til at økja um ójavnan. “

Kaj Leo Holm Johannesen svarar:

“Tað einasta eg royni at siga er at tey sum forvinna 200 tús + gjalda uml 90 % av øllum landsskattinum sum vit fáa inn. So nú eiga kommunurnar tørn at lætta meira um hjá lágløntum.”

Rigmor Dam:

“Og hvar skulu pengarnir til vælferðina so koma frá?? Tú sigur jú egentliga, at kommunurnar skulu spara starvsfólk og vælferð burtur. Skattur er og verður neyðugur, skulu vit hava dygdargóða vælferð - sum i sagens natur kostar.”

Kaj Leo Holm Johannesen:

“Meira láglønt hava eftir, størri er vælferðin hjá teimum, inntøkubýti millum land og kommunur er farið heilt av sporinum, tað veit eg sum fyrrverðandi kommunupolitikari í havn.”

Lægsta kommunuskattaprosent er 16, meðan hægsta er 23,5%. Meðal kommunuskattaprosentið er 21,65.