Á vitjan síni í Brüssel, hevði Løgmaður seinnapartin mánadagin fund við aðalskrivaran í EFTA, William Rossier.
Løgmansskrivstovan sigur í tíðindaskrivi, at endamálið við fundinum var at greiða frá framtíðarætlanum Føroya á uttanríkisøkinum.
Løgmaður greiddi, at Landsstýrið í løtuni kannar møguleikan at víðka formliga samstarvið við ES og EFTA.
Løgmaður vísti í hesum sambandi á, at nýggja uttanríkislógin kann gerast rættarliga støðið undir einum tættari samstarvi við ES og EFTA í framtíðini.
Aðalskrivarin í EFTA vísti hesum ikki aftur, og teir báðir vóru á einum máli um at halda fram at kanna møguleikarnar fyri einum formligum samstarvi.
Umframt at hava skift orð við aðalskrivaran í EFTA, hitti løgmaður eisini ES-nevndarlim í landbúnaðarmálum, Mariann Fischer Boel har tey umrøddu framtíðarsamstarv við ES.