Um úrslitið í kvøld lagar seg soleiðis, sum allar veljarakanningarnar í ár hava bent á, og sum fólkatingsvalið í september var ein staðfesting av, so verður Sambandsflokkurin sigursharri á løgtingsvalinum í kvøld. Tað verður har við fyrstu ferð í søguni undir heimastýrinum, at flokkurin hjá løgmanni fær framgongd bæði í lutfalsliga býtinum av atkvøðum og í tingmannatali.
Tað vísir Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, á.
Síðani heimastýrisskipanin sá dagsins ljós í 1948, hava seytjan løgtingsval verið, og tað hevur ikki verið nógv at sæð til stjórnarleiðaraávirkanina, sum tað aðra staðni plagar at verða tikið til, tá ið flokkurin hjá forsætismálaráðharranum vinnur eitt val.
Tølini siga, at tað hevur verið regulin heldur enn undantakið, at flokkurin hjá løgmanni hevur tapt, og at tað har við heldur enn positivan ávirkan á valúrslitið hevur havt negativa ávirkan á úrslitið hjá løgmansflokkinum. Tað kostar at sita við landsins leiðslu, hevur løgmaður so ofta staðfest, tá ið floksformenninir hava tikið saman um valkvøldið. Tað eru tvey undantøk, har løgmaður er komin burtur úr valinum við størri lutfalsligari styrki millum veljararnar, og tey eru bæði fyri einari hálvari øld síðani, sigur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, kann hinvegin minna føroysku veljararnar á, at góðar veljarakanningar hjá Sambandsflokkinum ikki altíð bera gott val við sær. Sambandsflokkurin og Lisbeth L. Petersen vóru í 2004 sambært veljarakanningunum - á veg ímóti stórsigri. Uppteljingin vísti, at Sambandsflokkurin misti 4,3 prosent av atkvøðunum og ein tingmann. Tað bar formansskifti í Sambandsflokkinum við sær. Lisbeth L. Petersen fór frá, og nýggjur formaður var Kaj Leo Johannesen.