Løgmaður kann ongan stuðul lova

Útoyggjarnar klára ikki at sjálvar at fíggja ætlaðu útoyggjaskrivstovuna, men løgmaður kann ikki lova almennan stuðul til skrivstovuna

 

Útoyggjarnar kunnu ikki fáa nakað lyfti frá løgmanni um stuðul til eina skrivstovu, sum ætlanin er at seta á stovn.

Útoyggjarnar eru heitar fyri hugskotinum at seta á stovn eina serliga skrivstovu, sum skal taka sær av áhugamálunum hjá útoyggjunum.

Men útoyggjarnar klára ikki sjálvar at fíggja eina slíka skrivstovu, og tí hevur ein av stigtakarunum til nýtt útoyggjafelag nevnt møguleikan, at myndugleikarnir verða við í eini slíkari skrivstovu.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, heldur at útoyggjafelagið er eitt áhugafelag, sum kann líknast saman við so nógv onnur áhugafeløg í landinum, og tí kann landið ikki bara lova teimum pengar.

? Møguleikin er tó at pengar verða játtaðir til eina slíka skrivstovu, men eg dugi í løtuni ikki at meta um, hvørt hetta kann fáast í lag, sigur Anfinn Kallsberg.


Innan verandi felag

Í øllum førum tykist tað verða greitt, at landið fer ikki beinanvegin at lata stuðul til eina útoyggjaskrivstovu, tí landsstýrið hevur júst biðið løgtingið játta pengar til eitt nýtt starv í miðfyrisitingini, sum er ætlað útoyggjum og økismenning.

Løgmaður heldur, at útoyggjarnar áttu at umhugsa at samstarva innan fyri Kommunufelagið, sum hevur fyrisitingarliga orku.

? Tað er neyvan nøkur loysn at gera eina útoyggjaskrivstovu, sum fer at oysa umsitingina undir í uppskotum, heldur Anfinn Kallsberg.

? Og tað er heldur ikki upplagt, at landið skal gjalda fyri eina skrivstovu hjá einum áhugafelagi sum útoyggjafelagnum. Men landið letur stuðul til ymisk áhugafeløg, og tí kann ikki noktast fyri, at landið kann lata stuðul til eina slíka skrivstovu, sigur løgmaður.