Tann semjan, sum samgongan helt var klokkuklár, er ikki longur til staðar, tí Javnaðarflokkurin brádliga boðar frá, at karmarnar kortini ikki skulu haldast fyri ein hvønn prís. - Nú vil Javnaðarflokkurin ikki halda avtaluna um karmarnar, og so eru vit í eini nýggjari støðu. Tað staðfestir løgmaður, nú landsstýrisfundurin í dag er niðurlagdur.
Men løgmaður er sum ikki einaferð bjartskygdur, og hann væntar, at tað ber til hjá landsstýrinum at gera neyðugu rationaliseringarnar, fyri at finna hesar milliónirnar, sum nú mangla í.
Javnaðarflokkurin við Jóannesi Eidesgaard á odda, hevur fleiri ferðir sligið fast, at karmarnir skulu haldast fyri ein og hvønn prís, men nú er støðan ein onnur.
Fráboðanin um broyttu hugsanina hjá Javnaðarflokkinum kom út saman dagin sum seinasta veljarakanningini, sum gav Javnaðarflokkinum ein framman á.
Í øllum førum er greitt, at tann avtala, sum samgongan í longri tíð hevur boðað frá er galdandi, ikki longur hevur undirtøku í Javnaðarflokkinum.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sigur við portalin í kvøld, at gongd er framvegis á málinum, og at landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava nátt sínum máli.
Løgmaður er eisini fullvísir í, at tað ikki bert er Javnaðarflokkurin, sum ynskir at verja skúlamál, almanna og heilsuøkið.
- Hetta er ein stór avbjóðing, sum vit nú sita við. Vit vilja ikki raka skúlar, almannaverkið og heilsuøkið hart, tí vit skulu hava kjarnufunktiónirnar at rigga, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Landsstýrið hevur staðfest, at tað nú eru áleið 12 milliónir krónur, sum skulu finnast innan verandi játtan, og tá ið landsstýrisfundurin í kvøld bleiv niðurlagdur, var áleið helvtin av hesi upphædd funnin.
Løgmaður slær fast, at vil Javnaðarflokkurin hava broytingar í avtaluni um karmarnar, so skal hann sjálvur lyfta ein part av byrðuni.
- Øll ráðini mugu nú verða felags um at lyfta byrðarnar, eisini ráðini hjá Javnaðarflokkinum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Fundurin verður uppafturtikin í morgin klokkan 9.