STÆTTASTRÍÐ
Fróði Jacobsen og Jóhann Lützen
skriva serritgerð í sosialvísund og samskifti á Roskilde Universitetscenter
Søguliga týdningin av skipaðu arbeiðararørsluni fakfeløgunum og politisku sosialistisku flokkunum í stættastríðnum og menningini av vælferðarsamfelagnum munnu tað helst vera fá, sum ivast í. Fyri tað kann tað tykjast løgi fyri okkum, sum eru ung í dag, at stætta- ella klassastríð framvegis kann vera grundleggjandi hugtak í almenna kjakinum, tá tað snýr seg um politisk mál og mið, nú liðið er væl um annað túsundáraskiftið.
Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag í mars 2006 ákærdi Ingeborg Vinther løgmann fyri ikki at hava innlit í viðurskiftini hjá vanliga arbeiðaranum, tá ið hann á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum á heysti 2005 segði, at stættastríðið er av, tí arbeiðarafjøldin hevur vunnið tey grundleggjandi rættindi, sum hon hevur stríðst fyri.
Tey fýra stóru arbeiðarafeløgini funnust í felag at løgmanni fyri hesa áskoðan í lesarabrævi tann 7. desember 2005 og vístu samstundis á, at korini hjá vanliga arbeiðaranum enn als ikki vóru nøktandi. Vanligi arbeiðarin er eftirbátur, tá talan er um løn undir sjúku og tá talan er um sosialar veitingar annars, ljóðar atfinningin.
Javnaðarflokkurin má hyggja frameftir og koma víðari í sínum politikki, sigur Jóannes Eidesgaard, og heitir á arbeiðarafeløgini um at gevast við at »halda lív í einum fiktivum stríðið, sum er liðugt«. Henda áheitan frá formanninum í flokkinum, sum traditionelt hevur umboðað verkafjøldina, sýnist at hava skelkað arbeiðarafeløgini.
Fyri Ingeborg er er stættastríðið als ikki av. Stórur stættamunur er, eftir hennara tykki, í føroyska samfelagnum; og vanligi arbeiðarin er við sviðusoð.
Hvussu kunnu formaðurin í gamla arbeiðaraflokkinum og forkvinnan í størsta fakfelagnum í landinum vera so grundleggjandi ósamd? Tað er hesin spurningur, sum fekk okkum at tríva í pennin og geva okkara hugsan til kennar.
Stætt
Ósemjan millum tey bæði, Jóannes og Ingeborg, hevur eftir okkara tykki sína grund í einum sera avmarkaðum stættastríðshugtaki. Fyri Jóannes er stættastríðið av, tí arbeiðarastættin hevur vunnið tey grundleggjandi rættindini, meðan arbeiðarastættin, eftir áskoðan Ingeborgs, enn hevur nógv at stríðast fyri. Semja tykist vera teirra millum um, hvør arbeiðarastættin er, nevnliga limirnir í arbeiðarafeløgunum. Arbeiðarastættin verður soleiðis reduserað til limir í arbeiðarafeløgum.
Innan sosiologiina er tað eitt framhaldandi kjakevni, um stættir yvirhøvur finnast, og um stættahugtakið yvirhøvur kann brúkast til fatanina av dagsins samfelag. Nýggjari sosiologisk ástøði vísa á, at tað sum eyðkennir umskiftið frá modernaða samfelagnum til sein-modernaða samfelagið er individualiseringin. Individið, einstaklingurin, gerst minni og minni bundin av stætt, familju, kyni o. t. Økta vælferðin, vunnin rættindi, betri livikor og atgongd til útbúgvingar hava við sær størri møguleika hjá tí einstaka at skapa sítt egna lív. Individualiseringin merkir tó ikki økt individuelt frælsi rætt og slætt, men hevur økta »institutionella« binding sum fylgisvein. Binding av peningi, forbrúki, sosialari trygd, osfr.
Ein avgerandi avleiðing av individualiseringini er, at gomlu stættastrukturarnir frá ídnaðarsamfelagnum fara í upploysn. Týski sosiologurin Ulrick Beck tosar um, at vesturlendsku samfeløgini eru ella hava verið í eini broytingartíð, har einstaklingurin so líðandi sleppur undan teim sosialu bindingunum at stætt, familju og kyni, sum hoyrdu ídnaðarsamfelagnum til og í staðin sjálvur má/kann leggja sítt lív tilrættis og velja sín egna samleika gjøgnum val av karrieru, lívsstíli og forbrúki. Samstundis kann hin einstaki á lívsleiðini stilla ella broyta sína lívskós. Seinmodernaða samfelagið gerst soleiðis stigvíst til eitt avtraditionaliserað og individualiserað post-stættasamfelag.
Brotakenda stættastríðið
Samfelagsbroytingarnar merkja tó ikki, at sosiali ójavnin hvørvur. Ójavnin broytir harafturímóti skap og missir líðandi sítt stættaaeyðkenni. Ein annar navnframur sosiologur, Anthony Giddens, vísur á somu gongd. Hann heldur uppá, at siðbundni felagskapurin í arbeiðarastættini er niðurbrotin. Stættir eru til enn, men vera ikki longur bara defineraðir í mun til ogn av framleiðslutólunum. Tí er stætt ikki longur ein kollektiv lagna. »Stætta«-munir upplivast meiri í mun til lívsleið hins einstaka enn í mun til stættauppruna.
»Stættastríðið« í vesturheiminum í dag snýr seg um treytir og møguleikar hjá einstaklinginum fyri luttøku í samfelagsins sosialu skipanum. Tað er eitt stríð um inklusión at hoyra til, vera við í samfelagnum. Treytirnar fyri somu inklusión verða alt meiri individualiseraðar, og í flestu londum hevur niður- ella avreguleringin av marknaðinum havt stórar ójavnar við sær. Ójavnar millum tey, sum hava eftirspurdu ressursurnar við sær, og tey, ið ikki hava tær. Og júst henda sosiala sundurskiljingin og menniskjans ymisku tørvir og møguleikar fyri inklusión spjaðir og splintrar felags málið, sum var tað upprunaliga í stættastríðnum. Stutt sagt so eru fólk í seinmodernaða samfelagnum so ymisk, hava so ymiskt at takast við og vera upptikin av, at tað er ógjørligt hjá arbeiðararørsluni at savna ein felags front við einum felags endamálið.
Fyri at venda aftur til kjakið millum Jóannes og Ingeborg, so hevur stríðið hjá arbeiðararørsluni søguliga sæð verið eitt stríð um tað sosiala samborgaraskapið eitt stríð fyri borgaralig, politisk og sosial rættindi og størri búskaparligan javna og harvið møguleikanum hjá arbeiðarunum at luttaka á øllum økjum í samfelagslívinum. Hetta var endamálið hjá arbeiðararørsluni. Í góðum tíðum við búskaparligari framgongd og lítlum arbeiðsloysi gerst meiri sjónligt, hvussu torført tað er at hjá arbeiðararørsluni at eyðmerkja felags áhugamál fyri eina sindraðari fjøld av menniskjum við heilt ymiskum áhugamálum, lívsstíli, politiskum identiteti o.s.fr. Serliga tá kann tað tykist at kalla komiskt av Ingeborg Winther at tvíhalda um »stættastríðið« sum felagsnevnara í stríðnum um størri part av samfelagsins úrtøku. Tí tey grundleggjandi rættindini eru vunnin, tað hevur Jóannes Eidesgaard púra rætt í, og fíggjarligu reguleringarnar, sum forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag eftirlýsir, hoyra heima á samráðingarborðinum við Føroya Arbeiðsgevarafelag, ikki sum eitt neyðarróp fyri stættina í fjølmiðlunum.
Góðar grundir eru tó hjá Ingeborg Winther at varðveita stættastríðið sum hugtak og snúningsdepil í almenna kjakinum. Sum fakfelagsleiðari umboðar Ingeborg nógvar limir, sum kenna seg aftur í stættini. Við at fasthalda fatanina av einum umfatandi stríði millum stættir, fáa krøvini um batar størri tyngd. Tað skal røra hjartastreingir hjá arbeiðarafjøldini. Søguliga sæð hevur arbeiðarastættin verið bókstaviliga sæð »pínd og týnd«. Ingeborg heldur lív í hesi ímyndini av útasaða og tránýtta verksmiðjuarbeiðaranum frá ídnaðarsamfelagnum, tá hon brúkar hugtakið stætta- ella klassastríð. Samstundis legitimerar Ingeborg sína makt (og starv) sum fakfelagsleiðari við at røkta barnatrúnna um solidaritetskensluna í stættini. Samráðingar- og undirtøkutaktikst er tað nokk útmerkað.
Men kann tað hugsast, at henda ímyndin um kúgaðu stættini eisini kenst stigmatiserandi og niðrandi fyri stóran part av limunum í fakfelagnum hjá Ingeborg? Kenna limirnir í stættini hjá Ingeborg, sum eru rímiliga væl fyri, bæði materielt og mentanarliga breitt sæð, seg aftur í einum stættasamleika, sum byggir á mótsetningin ímillum »okkum og hini«, sum ein mótsetning millum arbeiðsfólk hjá tí privata og hjá tí almenna (ofta egnu børn arbeiðaran)? Hvar er solidaritetskenslan hjá Ingeborg við útlendingum, sum royna at skapa sær eina tilveru sum arbeiðarar í hesum landi, samstundis sum teir tilføra ein førleika, sum samfelagið als ikki eigur frammanundan? Hvar er solidaritetskenslan við tey lágløntu á almenna arbeiðsmarknaðinum. Umfatar »stættastríðið« ikki tey? Eru teirra livikor altíð nøktandi?
Ingeborg! Øll góð ynski til tín sum samráðingarleiðara. Men minst til at brúka títt vald til at stuðla øllum útsettum, ikki bert teimum í tínum egna fakfelag, men eisini teimum, sum ikki hava somu møguleikar fyri javnbjóðis luttøku í hesum samfelag, sum tey flestu. Hetta í staðin fyri at krita strikur upp og skapa mørk. Sum ein týdningamikil aktørur í politiska spælinum í Føroyum kanst tú hava avgerandi týdning fyri menningina og harvið, hvar vit eru sum samfelag um nøkur ár!
Hesin konservativi longsulin eftir einfaldni frá einari farnari tíð er ikki vegurin fram. Siðbundnu formarnir fyri samhaldsfesti eru ofta diskriminerandi og intolerantir og virka við skipaðari útihýsing av »hinum«. Bara at vísa samhaldsfesti við »sínum« skapar ikki sameining í einum fløktum og samansettum samfelag sum okkara, heldur tvørturímóti.
Nýggir ójavnar
Jóannes Eidesgaard vísir sambært Dimmalætting tann á, at teir útstoyttu (marginaliseraðu) bólkarnir í samfelagnum skifta frá tíð til aðra. Arbeiðarin hevur verið ein útstoyttur bólkur. Í dag, metir Jóannes Eidesgaard, eru tað t. d. einsamallar mammur og fólk, ið bera brek, íð kunnu vera tey »útstoyttu« í samfelagnum. Ikki tilvitað, men sum ein avleiðing av samfelagsskipanini. »Øll« eru ikki longur arbeiðararørslan í fatanini arbeiðarafeløgini. Tað sentrala í argumentatiónini hjá løgmanni er, at Javnaðarflokkurin ikki longur bara kann vera flokkurin hjá arbeiðararørsluni, men skal tryggja vælferð fyri øll í samfelagnum. Í framtíðini fer flokkurin í størri mun at venda eyguni ímóti tí nýggja ættarliðnum, sum nú nýtir gott av rættindunum, sum arbeiðararørslan bardist fyri. Tørvurin hjá teimum er útbúgving, góð ansingartilboð til børnini, góð pensjón og umsorganartilboð til tey eldru. Tað snýr seg sostatt um tann breiða miðalklassan. Møguliga eitt hugtak, sum eisini er á veg í søguna.
At Javnaðarflokkurin roynir at fevna breiðari og appellera til eina breiða, talsterka, miðalstætt, er ikki eitt nýtt fyribrigdi. Longu í 1930unum fór danski Javnaðarflokkurin frá at vera ein arbeiðaraflokkur til at vera ein fólkaflokkur, sum appeleraði til fleiri bólkar í samfelagnum, fyri at tekkjast fleiri veljarum. Skiftið kom nakað seinni í Føroyum. Siðbundna arbeiðarastættin hevur í nógv áratíggju verið lutfalsliga lítil í tali. Tó skapar tað eitt slag av skizofreni í flokkinum at skula taka avleiðingar av veruligu samfelagsbroytingunum í mun til søguligu missiónina at frelsa arbeiðarastættina. Realpolitiska støðan júst nú, har Javnaðarflokkurin helst má slúka nógvar kamelar fyri yvirhøvur at hava ávirkan í verandi samgongu, noyðist ikki at broyta grundleggjandi hugsjónina, men kann sjálvsagt skaka ímyndina av flokkinum sum ein flokk fyri inklusión og einum samhaldsfastum samfelagi.
At formaðurin í Javnaðarflokkinum júst nú, hann er í eini borgarligari samgongu, proklamerar eina uppgerð við avmarkaðu hugsjónina um, hvat ein sosialistiskur flokkur er, er ikki so løgið. Kroystur av samgongufeløgunum ella ikki, so er tað hugstoytt at síggja, at hvussu lítið flokkurin higartil hevur fingið burturúr á sosialpolitiska økinum, meðan hann hevur sitið í samgongu. Tó sær tað út til, at fólkaheilsan fær breiða undirtøku. Eisini fólksliga sæð. Men fólkaheilsa handlar um nógv meir enn ókeypis frukt til skúlabørn og statsskipaðum rennidøgum. Fólkaheilsa handlar eisini um at tryggja fólkið neyðuga búskaparliga rásarúmið til at liva sunt. Kanningar vísa, at tey sum eru vælbjargaði fíggjarliga og útbúgvingarliga eisini eta og liva sunnari, enn tey fátøku og tey uttan útbúgving, tí tað krevur yvirskot í gerandisdegnum, at liva eitt sunt lív.
Sum víst var á omanfyri, so hevur moderniteturin ymiskar avleiðingar. Tað seinmodernaða samfelagið og serliga post-ídnaðar arbeiðsmarknaðurin virkar útveljandi innan verkafjøldina. Einstaklingurin, sum ikki frá náttúrunar hond ella av sosialum grundum er tillagaður treytirnar í seinmodernitetinum, verður frákoblaður týdningarmiklum samfelagsligum stovnum og skipanum, ikki minst arbeiðsmarknaðinum. Broytingarnar í arbeiðsmarknaðinum krevja samansettar og nógvar førleikar, sum skapa nýggjar úrvalsformar. Menningin hevur við sær nýggjar sosialar ójavnar og býti av sosialum ágóðum.
Eitt av aðalmálunum (fyri bæði Javnaðarflokkin og allar hinar flokkarnar) í dag má vera at skapa val og møguleikar fyri allar borgarar at menna førleikar, sum krevjast fyri at luttøku í teim samfelagsskipanum, sum vit kunnu semjast um, eru konstuktivar. Altavgerandi er tá ein politikkur, sum tryggjar, at materiellu viðurskiftini ikki forða fyri luttøku eitt nú sum avleiðing av, at fólk ikki megna/tíma/orka at innrætta seg borgaraligt, sum fólk flest, men liva einsamøll við børnum t.d. Ella at einhvør likamlig ella sálarlig forðing ikki útihýsir fólki, sum annars hava ressursur, frá luttøku í arbeiðs- ella samfelagslívi yvirhøvur. Útbúgving hevur stóran týdning, ikki bara fyri komandi ættarlið, men eisini verandi, sum áhaldandi má útbúgva seg, fyri at kunna luttaka í samfelagnum, sum broytist við rúkandi ferð og gerast alt meiri samansett og torgreitt.
Mest av øllum kemur føroyski ófaklærdi arbeiðarin at merkja avleiðingarnar av samfelagsgongdini, serliga globaliseringini. Ikki bara tí at fólk koma hendavegin uttanífrá og skapa órógv í Ingeborg´sa rekkjum. Men serliga tí globaliseringin tendentielt útihýsur føroyska arbeiðaran, soleiðis sum hann brúkar sína arbeiðsmegi í dag. Føroyski arbeiðarin kann ikki kappast við arbeiðaran í láglønarlondunum eystanfyri. Tí mugu vit menniskjansliga satsa upp á dugnaskap og menningargleði og vinnuliga sæð upp á nýskapan, øðrvísi dygd og betri góðsku fyri at vera við. Tað krevur íløgu í menniskja. Staturin skal vera ein sosialur íleggjari, sum styrkir tær menniskjaligu ressursurnar. Bæði fyri at hjálpa vinnuni, men eisini fyri at brynja fólk við teimum neyðugu kompetansum, sum krevst fyri luttøku í seinmodernaða samfelagnum. Tað skuldu veri felagsmál hjá arbeiðarafeløgunum og Javnaðarflokkinum, heldur enn klandur um, um høvuðsmálið á dagsskránni er stættastríð ella ei.
Bókmentir:
Kontinuitet og Forandring (2000), Jørgen Elm Larsen et.al;
Sociologiske visioner (2003), Michael Hviid Jacobsen;
Modernitet, velfærd og solidaritet (2002), Søren Juul;
Anthony Giddens (2000), Lars Bo Kaspersen.
Sosialurin og Dimmalætting.