Mikudagin 19. september verður eitt nú føroysk luttøka í oljuvinnuni á skránni, tá oljufelagið Faroe Petroleum bjóðar almennum umboðum og umboðum úr altjóða oljuvinnuni og fíggjarvinnuni til upplýsandi hugnakvøld á føroysku umboðsstovuni í London.
Ætlanin er at seta fokus á oljuleiting og oljuvirksemi á Atlantsmótinum, tvs. bæði á føroyska landgrunninum og í bretskum øki. Millum røðararnar verða Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi og Graham Stewart stjóri í Faroe Petroleum. Tiltakið er fyri innbodnum og pressuni.
Líknandi tiltak varð hildið fyri tveimum árum síðani og fer fram í bygninginum, har eisini danska sendistovan heldur til. Endamálið við tiltakinum skilst er at kunna serstakliga tey, sum arbeiða í stóru fíggjarvinnuni í London um tað, sum fyriferst millum Hetland og Føroyar og hvussu framtíðin sær út á hesum lutvíst nýggja og spennandi leitiøkinum.
Faroe Petroleum, sum eisini hevur íleggjarar bæði í Føroyum og útlandinum, og her serstakliga í Bretlandi, er við í fleiri loyvum bæði í Bretlandi, Noregi og Føroyum. Felagið fer saman við italska ENI at bora ein brunn inni á føroyska landgrunninum, skamt frá markinum, í 2009. Stórar vónir eru til júst henda brunnin. Eisini arbeiðir felagið við at skapa áhuga hjá øðrum oljufeløgum at keypa seg inn í eitt av spennandi loyvunum hjá felagnum á landgrunninum, nevniliga á Wiville Thomsen rygginum sunnan fyri Føroyar. Á henda hátt ruddar felagið eisini slóð fyri, at onnur og nýggj oljufeløg venda eyguni henda vegin og kunnu gerast virkin leitifeløg her í framtíðini.