Løgmaður hitti týðandi fólk í Brússel

Á vitjanini í Brússel fyrst í vikuni, hitti løgmaður, Jóannes Eidesgaard, týðandi fólk innan ES, EFTA og NATO

Vitjan

Eftir fundin, sum løgmaður hevði við Laszlo Kovács, ES-nevndarlim, helt Jóannes Eidesgaard, at góðir møguleikar eru fyri at víðka um samstarvið við ES.
Tað er Laszlo, ið varðar av sáttmálanum millum Føroyar og ES.
Á hesum fundi legði løgmaður serliga dent á møguleikarnar at víðka samstarvið millum Føroyar og ES innan gransking, útbúgving og flogferðslu.
Løgmaður spurdi eisini ES-nevndarlimin, nær skipanin viðvíkjandi samsavnan av uppruna ? tann sonevnda kumuleringsskipanin ? verður klár at seta í gildi.
Í Brússel hevði løgmaður eisini fund við ES-nevndina um at víðka sáttmálan við ES, soleiðis at hesin eisini kemur at fevna um útbúgving og gransking. Nevndin tók væl ímóti ynskjum løgmans og er sinnað at virka fyri at fremja hesi mál saman við Føroyum.
Handilsviðurskiftini millum Føroyar og ES sum heild vórðu eisini umrødd á fundinum við ES-nevndina.
Umframt at skifta orð við Laszlo Kovács, ES-nevndarlim og ES-nevndina annars, hitti løgmaður eisini ES-nevndarlimin í landbúnaðarmálum, Mariann Fisher Boel. ´
Jóannes Eidesgaard og Mariann tosaðu eisini
um framtíðarsamstarvið millum Føroyar og ES.

NATO-aðalskrivarin
Í Brússel hitti løgmaður NATO-aðalskrivaran, Jaap de Hoop Scheffer.
Á hesum fundi kunnaði hann aðalskrivaran um føroysku sjónarmiðini í samband við trygdar-og verjupolitikk, og um hvussu føroyingar meta seg í NATO-høpi. Hann greiddi eisini Jaap de Hoop frá "Fámjinsskjalinum", har danir staðfesta, at teir vilja virka fyri, at føroyingar fáa ein virknan leiklut í uttanríkis-og verjupolitiskum málum. Jóannes greiddi frá hernaðarsamtyktini í fjør vár, har løgtingið samtykti, at føroyingar skulu hava meira innlit í hernaðar-og verjumál.
Jóannes Eidesgaard spurdi Jaap de Hoop um radarstøðina á Sornfelli, sum danir ætla at niðurleggja og vísti á, at radarin hevur týdning fyri sivilu loftferðsluna. Aðalskrivarin segði, at hetta er ein avgerð hjá donsku verjuni burtur av, og at føroyingar og danir mugu finna út av hesum í felag.
Sonevnda SSSB-FAR-støðin, sum bretar hava umhugsað at byggja, varð eisini umrødd á fundinum við aðalskrivaran.

EFTA-fundur
Á vitjanini í Brússel kannaði Jóannes Eidesgaard eisini møguleikarnar fyri tættari samstarvi við EFTA, og í hesum sambandi var fundur millum løgmann og aðalskrivaran í EFTA, William Rossier.
Løgmaður greiddi aðalskrivaranum frá, at landsstýrið í løtuni kannar møguleikan at víðka formliga samstarvið við bæði ES og EFTA.
Á fundinum vísti Jóannes á, at nýggja uttanríkislógin kann gerast rættarliga støðið undir einum tættari samstarvi við ES og EFTA í framtíðini. Hesum vísti aðalskrivarin ikki aftur. Teir báðir vóru á einum máli um at halda fram við at kanna møguleikarnar fyri einum formligum samstarvi.