Í kvøld fer Kaj Leo Johannesen at handa løgmanssteypið til ÍF ella EB/Streym.
Ongantíð áður hevur ein løgmaður við so nógvum fótbóltsroyndum handað løgmanssteypið, sum Kaj Leo Johannesne hevur.
Kaj Leo Johannesen vardi HB málið í mong ár. HB er steypaliðið fram um øll onnur, og Kaj Leo hevur verið við til at vunnið steypakappingina átta ferðir.
- Tað er hugaligt at fáa høvi at fara til Klaksvíkar at handa steypið til fuglfirðingar ella teir í Sundalagnum. Eg fari at njóða finaluna, og so fara vit eisini at hugna okkum á Summarfestivalinum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.