Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur onga viðmerking til tíðindini um, at ES fer at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum um mánaðarskiftið.
- Landsstýrið viðger í løtuni, hvørji stig skulu takast, um ES setir revsitiltøk í verk móti Føroyum. Sum nú er, vil eg tí ikki gera viðmerkingar til revsitiltøk og møgulig stig í hesum sambandi, sigur Kaj Leo Johannesen.
Vit ætlaðu annars at spyrja hann, um hann kundi vátta tíðindini um, at málið nú endar í havrættardómstólinum í Hamburg.
Tað hevur Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, boðað frá á fundi við fiskivinnunevndina.
- Eg havi leingi bíðað eftir einum útspæli frá føroyskari síðu, men tað kom ongantíð. Føroyar hevur svarað aftur við ætlanum um at leggja sak ímóti okkum, sigur Maria Damanaki.
Men sum sagt, so vil løgmaður hvørki vátta ella avsanna hesi tíðindini.










