Tá ið hendan myndin varð tikin, varð samstundis eitt lyfti latið Pál Joensen, um fýra milliónir krónur í stuðli til langhylin. -Løgmaður hevur lovað mær ein langhyl. Tað sigur Pál Joensen, sum um vikuskiftið hitti løgmann í svimjihylinum í Havn.
Har segði løgmaður við Pál Joensen, at eitt uppskot verður lagt fram í dag ella í morgin, har hann fer at biðja um 4 milliónir krónur í stuðli til langhylin í Vági.
Undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2011 strandaðu bæði Saltsiloin á Tvøroyri og Langhylurin í Vági í lógartekniskum finessum, men nú sær út til, at báðar verkætlanirnar kortini fáa teir pengar, sum teimum varð lovað.
Løgmaður hevur í øllum førum sagt við Pál Joensen, at uppskotið um stuðul til langhylin í dag ella í morgin kemur niðan í tingið.