Løgmaður hevur góðar vónir um ABC-framhald

Jóannes Eidesgaard heldur, at góður møguleiki er fyri, at Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin halda fram við samgongusamstarvinum Sunnukvøldið ótu formenninir í ABC-flokkunum døgurða saman, og seinnapartin fara teir at fundast um møguligt framhald av samstarvinum millum flokkarnar.

- Fyrsta málið hjá mær er at staðfesta, um grundarlag er at halda fram við samstarvinum, og tað skal ætlandi gerast longu í dag. Um grundarlag er at halda fram, so kunnu vit fara undir realitetssamráðingar, segði Jóannes Eidesgaard við Rás 2 á middegi.

- Vit hava havt eitt gott samstarv farnu fýra árini, men flokkarnir hava gjørt nýggjar valskráir í sambandi við valið, og tí mugu vit tosa saman um tey stóru málini, áðrenn vit fara undir veruligar samráðingar, sigur hann.

Jóannes Eidesgaard heldur tó, at í løtuni er ABC besta boðið upp á eina samgongu fyri næstu árini.

- Tað eru nógvir fuglar á tekjuni, men í løtuni havi eg bert ein fugl í hondini, og tað er ABC, segði løgmaður.