Løgmaður hevur fult álit á Tórbjørn Jacobsen

Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at Tórbjørn Jacobsen hevur vitað av, at partabrøvini, sum hann keypti úr felagnum hjá sær, høvdu nógv hægri viðri, enn hann keypti tey fyri, tí kursurin kom ikki alment fram fyrr enn góðan mánað eftir søluna

KANNING: Í tíðindaskrivinum, hann hevur sent út, verður sagt soleiðis:

“Í kjalarvørrinum av teimum spurningum, sum settir vórðu í Løgtinginum og síðani í fjølmiðlunum, hevur løgmaður nú gjørt sær sínar niðurstøður, grundað á eina gjøgnumgongd av málunum, sum ein bólkur hevur gjørt. Onki bendir á, at nakað óregluligt er farið fram í sambandi við keypið hjá Tórbirni Jacobsen o.ø. av partabrøvum í p/f Atlants Kolvetni frá Kongshavnar Útgerðarfelag. Løgmaður metir heldur ikki, at ognarviðurskiftini hjá Tórbirni Jacobsen gera hann óegnaðan til embætið sum landsstýrismaður.


Søla av partabrøvunum

Gjøgnumgongd av málinum vísir, at onki bendir á, at hægri kursurin á partabrøvunum hjá p/f Atlants Kolvetni var alment kendur, tá ið Kongshavnar Útgerðarfelag í 2004 seldi partabrøv síni til m.o. Torbjørn Jacobsen. Sølan av partabrøvunum fór fram 4. november 2004, meðan hægri kursurin varð ikki alment kendur fyrr enn 16. desember, tá ið prospektið varð almannakunngjørt. Alt bendir tí á, at partabrævasølan varð framd til tess at fáa gjaldføri til vega til framhaldandi rakstur av rækjuskipinum Napoleon.


Ognarviðurskifti og skuld hjá Kongshavnar Útgerðarfelag

Mett verður ikki, at nøkur løgfrøðilig forðing er fyri, at Tórbjørn Jacobsen situr sum landsstýrismaður, hóast hann eigur part í p/f Kongshavnar Útgerðarfelag. ?Tá ið Kongshavnar Útgerðarfelag í 2001 keypti rækjuskipið Ocean Castle, ið seinni fekk navnið Napoleon, yvirtók felagið studningslánið frá landskassanum, sum var tryggjað við veðrætti í skipinum. Løgmaður heldur ikki, at henda støða gevur høvi til at halda, at Tórbjørn Jacobsen er óegnaður at sita sum landsstýrismaður. ?Umsóknin um at flyta vegrættin uppá uml. 42 mió. kr. frá fyrrverandi Napoleon yvir á annað skip verður í løtuni viðgjørd í Fíggjarmálaráðnum. Verður umsóknin havnað, verður skuldin kravd inn eftir vanligum mannagongdum.

Privat áhugamál hjá landsstýrismonnum

Fyri at tryggja gjøgnumskygni og fyri at sleppa undan ivamálum og mistrúgv, fer løgmaður nú at heita á landsstýrisfólkini um at lata sær upplýsingar um ymisk privat áhugamál so sum, hvørji partabrøv tey eiga, og hvørjir felagsskapir tey eru limir í, við tí fyri eyga at almannakunngera upplýsingarnar. Eisini fer løgmaður at heita á landsstýrisfólkini um at lata sær somu upplýsingar fyri hjúnafelagan. Løgmaður fer at heita á løgtingsformannin um at taka samsvarandi stig viðvíkjandi privatum áhugamálum hjá løgtingslimum.”

Meira er um málið inni í blaðnum.