Løgmaður hevur brotið avtalu

Leygardagur 19.19: Tjóðveldisflokkurin staðfesti á fundi í dag, at løgmaður hevur brotið samgonguavtaluna um fólkaatkvøðu, sum hann alment boðaði frá á tíðindafundi 1. februar

 

Løgmaður hevur brotið avtaluna, sum hann boðaði Føroya fólki frá fyri opnum sjónvarpsskíggja 1. februar.

Hetta staðfestir Heni O. Heinesen, formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins, eftir drúgvan fund í Tjóðveldisflokkinum í dag. Tjóðveldisflokkurin hevur viðgjørt støðuna, sum tók seg upp, tá løgmaður í gjár boðaði frá, at hann ikki tekur undir við áður fráboðaðu fólkaatkvøðuni um 26. mai.

? Vit halda fast um, at fólkaatkvøðan skal vera, og vit halda, at løgmaður og Fólkaflokkurin skylda okkum eina góða frágreiðing, sigur Heini O. Heinesen.

Tjóðveldisflokkurin hevur enn ikki tikið støðu til, um avgerðin hjá løgmanni skal fáa avleiðingar fyri samgonguna.

? Hetta er nakað, sum vit koma at viðgera næstu dagarnar, sigur Heini O. Heinesen.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna Sjálvstýrisfloksins, átalaði í Útvarpi Føroya í kvøld, at løgmaður fer til Bretlands á almenna vitjan beint eftir, at hann hevur skapt eina samgongukreppu í Føroyum.

Heini O. Heinesen er samdur við Helenu Dam á Neystabø.

? Tað ber ikki til, at løgmaður meldar soleiðis út og síðani fer av landinum í eina viku, sigur Heini O. Heinesen.