Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vitjar í Hetlandi í dag og í morgin Í Hetlandi skal løgmaður fyrst á fund við politisku leiðararnar í Hetlandi, Orknoyggjum og Suðuroyggjum. Slíkir fundir hava verið fyrr í Føroyum og Suðuroyggjum, og hesuferð er ráðsformaðurin í Hetlandi, Sandy Cluness, vertur.
Fundurin hevur ikki formliga skrá, men teir fara at umrøða mál av felags áhuga.
Í morgin fer løgmaður at halda innleiðandi røðu á Norðurlendsku orkuráðstevnuni ?Energy From the Edge?, ið viðger avbjóðingarnar í sambandi við sjálvberandi orkuframleiðslu í smásamfeløgum.