- Mín viðmerking er tann, at úttalilsini hjá landsstýrismanninum vóru óheppin, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í sambandi við útsagnirnar hjá Jógvani við Keldu í Degi og Viku fríggjakvøldið.
Landsstýrismaðurin við innlendismálum segði við Dag og Viku fríggjakvøldið, at hann helt tað vera eina størri andsøgn, at Rapa-hjúnini yvirhøvur vóru sloppin inn á læraraskúlan. Hetta segði hann í sambandi við, at hjúnini júst høvdu fingið prógv frá Føroya Læraraskúla.
- Eg kundi hugsað mær at vita undir hvørjum treytum, ið Mentamálaráið tekur næmingar inn á hesar ymsu skúlarnar uppá, segði Jógvan við Keldu við Dag og Viku.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum vóru óhepnar.
- Man skal ongantíð úttala seg generelt um eitt einkult dømi, sum í hesum førinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Men Jógvan við Keldu skal hava loyvi at framseta síni sjónarmið. Útlendingapolitikkurin verður viðgjørdu í samgonguni komandi tingsetu, og tá verður lagt upp til orðaskifti. Eg haldi, at boðskapurin hjá Jógvani við Keldu er positivur, tá hann sigur, at man arbeiðir við einari smidligari skipan fyri útlendingar, sigur løgmaður.
- Men hatta var eitt óheppið úttalilsi í Degi og Viku fríggjakvøldið, sigur Jóannes Eidesgaard.









