Á næsta Løgtingsvali fer Jóannes Eidesgaard aftur at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðuroy. Akkurát, sum hann altíð hevur gjørt, síðani hann fór upp í politikk!
Seinastu tíðina hava annars alsamt fleiri og fleiri áhaldandi leysasøgur gingið um, at Løgmaður fer at stilla upp í Suðurstreymoyar valdømi tá ið løgtingsval verður aftur.
Men hesum vísir hann aftur.
Hann sigur, at hann hevur verið uppstillaður fimm ferðir og hvørja ferð hevur hann verið valevni í suðuroyar valdømi.
- Á øllum hesum valum hava veljararnir í Suðuroy víst mær álit og hava valt meg.
Hann sigur, at hann hevur ikki frætt nakað annað frá teimum, sum hava stillað hann uppaftur, enn at tey framvegis hava álit á honum.
- Vilja tey hava meg til valevnið einaferð afturat, fari eg enn einaferð at taka tað sum ein heiður og fari at stilla upp, sigur hann.
- Suðuroyingar hava mangar ferðir víst mær stórt álit og tað vóni eg at teir fara at gera aftur.
Kortini viðgongur Jóannes Eidesgaard, at hetta seinasta valskeiðið, hann hevur verið løgmaður, hevur hann ikki kunnað røkt sítt egna valdømið, so væl, sum hann annars hevði kunnað gjørt sum vanligur politikari, tí hann hevur verið løgmaður fyri alt landið.
- Men kortini vóni eg -og føli á mær- at suðuroyingar enn einaferð fara at vísa mær álit og fara at stilla meg upp og at teir enn einaferð fara at atkvøða fyri mær, sigur Jóannes Eidesgaard.
Og kemur ein slík áheitan frá Javnaðarflokkinum í Suðuroy, fer Jóannes Eidesgaard at taka av, leggur hann afturat.