Nógv flaggdagshald verða kring landið í dag. Í Runavík fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, at flyta røðu fram á haldinum, sum verður við Skótahúsið við Løkin kl. 14.00.
Í Klaksvík verður flaggdagshald í Vágstúni, har Heini Ziska Dahl fer at halda røðuna í ár. Í Havn verður flaggdagshald á Vaglinum, og Regin Berg heldur røðuna. Og í Vági verður flaggdagshald við minnisvarðan, og har heldur Sirið Stenberg røðuna.
Onnur flaggdagshald verða eisini hildin kring landið í dag.