Løgmaður heldur evnisdag

Mikudagin í næstu viku fer løgmansskrivstovan at halda evnisdag um stavsfólkapolitikk. Løgmaður fer at røða um týdningin av slíkum politikki

Hotel Føroyar verður karmur, tá almennir leiðarar og starvsfólk mikudagin í næstu viku hittast til evnisdag um íverksetanina av almenna starvsfólkapolitikkinum.

Á evnisdegnum fara luttakararnir millun annað at viðgera, hvat skal til fyri at fáa almenna starvsfólkapolitikkin at virka, hvørjar møguleikar starvsfólkapolitikkurin gevur og hvørja ávirkan starvsfólkapolitikkurin kann fáa.

Dagurin byrjar við, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, greiðir leiðarum og starvsfólkunum, sum arbeiða við starvsfólkaviðurskiftum frá týdninginum av at hava ein starvsfólkapolitikk fyri almennu arbeiðsplássini.

Fýra framløgur eru afurat á evnisdegnum. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, fer at greiða frá gongdini í starvsfólkapolitikkinum, Rúni Joensen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, fer at greiða frá løgfrøðisligu støðuni hjá starvsfólkapolitikkinum, Barbara á Tjaldrafløttt, deildarstjóri, fer at leggja fram lyklatøl úr frágreiðingini um starvsfólkapolitikk og Helgi Rasmussen, vinnulívssálarfrøðingur, fer at greiða frá ymiskum viðurskiftum í sambandi við íverksetanina av starvsfólkapolitikkinum.

Evnisdagurin endar við, at løgmaður tekur samanum.