Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Annika Olsen, landsstýriskvinna í Innlendismálum, hava havt úr at gera við at svara fyrispurningum frá tingfólkum hesa tingsetuna. Av teimum tilsamans 369 spurningunum, sum svaraðir vórðu gjøgnum hesa tingsetuna, sum júst er liðug, átti Kaj Leo Johannesen flestar spurningar at svara. Hann skuldi tilsamans svara 65 fyrispurningum, og eru tað bæði munnligir, skrivligir og teir sokallaðu § 52 spurningarnar, talan her er um.
Eisini Annika Olsen, landsstýriskvinna í Innlendismálum, hevur havt úr at gera. Hon hevði 61 fyrispurningar, sum hon mátti svara gjøgnum tingsetuna.
Hinvegin var ikki nógv at spyrja landsstýrismannin í Uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, um. Einans 6 fyrispurningar vóru um virksemið hjá Uttanríkisráðnum alla tingsetuna.
Jóhan Dahl og Jóannes Eidesgaard sluppu at svara 47 fyrispurningum hvør, Helena Dam á Neystabø 39, Jacob Vestergaard 37, Rósa Samuelsen 35 og Aksel Johannesen hevði 31 fyrispurningum at svara.
Ríkisumboðsmaðurin slapp eisini at svara einum fyrispurningi.









