Løgmaður hartar partamann

- Tað er løgið og óheppið og at Gerhard Lognberg setir krøv fram í fjølmiðlunum, áðrenn samráðingarnar um nýggja samgongu yvirhøvur eru byrjaðar

Tað var skeivt av Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni, at seta fram eitt ófrávíkiligt krav til eina nýggja samgongu um Sandoyartunnilin.

Tað heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður og samráðingarleiðari.

Samráðingar um nýggja CHE samgongu byrjaðu í morgun og seinnapartin skuldi eisini fundur verðar við Sjálvstýrisflokkin um at knýta hann upp í samstarvi, antin sum beinleiðis part í samgonguni, ella at fáa hann í valbólk við samgonguna afturfyri at fáa onkrar nevndarsessir.

Men longu tá ið ABC samráðingarnar vóru fyri uppi í Løgtinginum í síðstu viku, staðfesti Gerhard Lognberg, at skuldi hann vera við í eini samgongu, fór hann at seta krøv til, at Sandoyartunnilin verður gjørdur.

Og nú farið verður undir samráðingarnar um eina CHE samgongu, endurtekur hann kravið. Men nú er kravið munandi styrkt, tí í hesi samgonguni eru bara 17 tinglimir, so hon tolir ikki at missa eina tað einastu atkvøðu.


Løgið og óheppið

Men tað hóvar avgjørt ikki Jóannesi Eidsesgaard, formanni Javnaðarfloksins og samráðingarleiðara, at Gerhard Lognberg hevur sett samgonguni knívin á barkan, longu áðrenn samráðingarnar eru byrjaðar.

- Tað er ikki rætt at seta fram krøv í fjølmiðlum. Rætta mannagongdin er sjálvandi at føra síni sjónarmið fram við samráðingarborðið.

- Útgangsstøðið fyri sdamráðingunum verður ongantíð betri av, at ófrávíkilg krøv verða sett fram í fjølmiðlunum ístaðin ´fyri á rætta stað og tað er við samráðingarborðið.

Hann væntar kortini ikki, at hetta er eitt skot fyri bógvin í samráðingunum.

Hann sigur, at í hesum málinum er so Gerhard Lognberg tann tiltikni 17. og avgerðandi limurin í samgonguni.

- Men tað eru so nógv mál, sum eru prinsipiell hjá ymsum tinglimum og í onkrum øðrum førum er tað so onkur annar, sum verður 17. tinglimur. Men tað er so í slíkum støðum, at tað politiska handverkið skal standa sína roynd.

Men hann heldur, at vit skulu royna at viðgera hesi málini í sjálvum samráðingunum og ikki í fjølmiðlunum, tí tað er óheppið.

Hann dugir heldur ikki at síggja, at Sandoyartunnilin skal verða ein trupulleiki, tí bæði Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin hava týðiliga ført fram, at tunnilin skal fíggjast yvir eitt áramál, so at hann ikki blokerar fyri øðrum, neyðugum útbyggingum