Kaj Leo Holm Johannesen heldur ikki, at tað er rætt at órógva arbeiðið hjá Løgtinginum við larmi.
Hann sipar til mótmælini, sum vóru í og uttanfyri Løgtingið mikudagin.
Á tingsins røðarapalli fýltist hann á, at ungdómsfeløgini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, umframt fakfeløg, vórðu eggjað til at møta upp í tinginum mikudagin at larma so illa, at løgtingslimir hoyrdu hvørki orð ella eið.
- Tað haldi eg ikki er rætti mátin at samskifta upp á.
Men Kaj Leo Holm Johannesen staðfesti eisini, at samgongan hevði latið seg ávirkað av mótmælinum og hevur broytt ætlanina um flatskatt.
Annars staðfestir hann, at ætlanin um flatskatt og at skatta inngjaldið til pensjónir, er so væl grundgivið við útrokningum, at tað er forsvarligt at samtykkja tað.
Hann er ikki hugaður at útseta tað, Hann stúrir fyri at enda í somu støðu einaferð afturat, sum arbeiðið at gera eina nýggja eftirlønarskipan, endaði við, tí tað arbeiðið datt niðurfyri.
Annars avsannaði Aksel V. Johannesen, at flokkurin hevði eggjað javnaðarungdómi at koma í Løgtingið at órógva arbeiði, tí tey vóru sjálvstøðu feløg.
Somuleiðis avsannaði Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, at flokkurin hevði sent boð eftir nøkrum at mótmæla í Løgtinginum.
Men Løgmaður segði, at politisku ungdómsfeløgini høvdu gjørt órógva tingarbeiði so illa, at tað bar ikki til at arbeiða, uttan at nakar í flokkunum hevði talað at og tað er "undir allan kritikk", segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann lovaði eisini, at bera so í bandi, at løntakarin skal ikki verða verri fyri, nú pensjónin verður skattað við inngjald.