Løgmaður harmast um framferðina

– Men hann heldur ikki at hann fær gjørt so nógv við tað

– Eg harmist um, at ein flokkur, sum ætlar at stilla upp til fólkatingsval, brúkar so nógva orku upp á at leggjast eftir grindadrápi í Føroyum.

Tað sigur Bárður á Steig Løgmaður. Í sambandi við næsta fólkatingsval, er ein nýggjur flokkur stovnaður, Veganaraflokkurin, og í fleiri vikur hevur formaðurin í flokkinum, Michael Monberg, verið í Føroyum við tí endamáli at varpa ljós á grindadráp.

Veganaraflokkurin er ein flokkur fyri fólk, sum eta djór, ella nakað av djórum, hvørki egg, ost, smør, ella annað.

Og sum vit skrivaðu í áðni, hevur Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, reist málið í Løgtinginum, tí hon vil hava løgmann at gera nakað við tað. Hon vísir nevniliga á, at grindadráp er eitt føroyskt málsøki burtur av sum danskir myndugleikar ongan myndugleika hava á yvirhøvur.

Les meiri um tað her: Hetta er ein ómetaliga stór provokatión

Men hóast løgmaður harmast framferðina, heldur hann ikki, at hann fær gjørt so nógv við tað.

– Vit hava talifrælsi í Føroyum, staðfestir hann. Hann vísir eisini á, at talan er ikki um eitt umboð fyri donsku stjørnina. Talan er ikki so frægt um ein, sum hevur umboð á Fólkatingi, og eg fái ikki gjørt nakað við, hvat hvat einstaklingur siga um eitt ella annað.

Hinvegin vísir løgmaður á, at danska stjórnin hhevur ta føstu manngongd, at tá ið tey verða álopin í sambandi við grindadráp, verja tey altíð okkara rætt til at drepa grind, og tað er ein mannagongd, eg eri nøgdur við,  sigur hann.

– Í danska ríkinum hava vit eina felags til hesi viðurskiftini og eg havi onga ábending um at danska stjórnin er í ferð við at broyta sjónarmið, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann sigur, at í danska Fólkatinginum eru tey fullgreið yvir, at talan er um eitt føroyskt málsøki burtur av og tí hava tey eitt fast aftursvar, tá ið umhvørvisverndarfólk venda sær til tey.

– Tað er ikki ókent, at politikarar brúka allar hugsandi snildir fyri at fáa atkvøður, men eg kann bara taka støðuna hjá donsku stjórnini til eftirtektar, sigur løgmaður.