Tað er onki grundarlag fyri at koma til ta niðurstøðu, at samkynd verða avbukað og illa happað í Føroyum.
Tað fær Norðurlendska Ungdómsráðið nú at vita í einum almennum skrivi frá Føroya Løgmanni.
Í vár hevði Norðurlendska Ungdómsráðið fund, har tað gjørdi eina fundarsamtykt, har tað stendur, at tað hevur ført til harðskap og grova forfylging av samkyndum, at løgtingið feldi eitt uppskot um at grein 266-b í revsilógini eisini skuldi umfata samkynd.
Jógvan Við Keldu, løgtingsmaður, varð so fortørnaður um hesa samtyktina, at hann vildi hava løgmann at vísa henni aftur.
Løgmaður sigur, at hann hevur kannað málið hjá fútanum.
Hann helt, at tað var neyðugt, tí allar niðurstøður máttu byggja á rættvísandi grundarlag.
Men við ávísum fyrivarni, svarar fútin, at eftir hagtølunum hjá løgregluni, og eftir tí, sum løgreglan annars veit, er onki grundarlag fyri at halda, at samkynd fyri meiri harðskapi ella forfylging, enn onnur.
Alment harmaskriv
Løgmaður sigur, at nú fer hann at senda Norðurlendska Ungdómsráðnum bræv, har hann harmast um teirra misvísandi mynd av Føroyum.
- Tað er ómetaliga harmiligt, tá ið fólk verða álopin ella forfylgd, sama hvør orsøkin er og vit fara at gera, alt, sum stendur í okkara makt, fyri at verja rættin hjá øllum borgarum, sama hvønn kynsligan samleika teir hava, sigur Løgmaður í skrivinum til Norðurlendska Ungdómsráðið.
Og hann leggur afturat:
Men at påstå, at en nedstemning av lovforslag om diskriminationsbeskyttelse for homeseksuelle på Færøerne, har ført til vold mod homoseksuelle og omfattende forfølgelseaf homoseksuelle, er mildest talt at drage en konklusion, der ikke er belæg for.
Annars leggur Løgmaður afturat í brævinum, at sjálvur er hann sera fegin um, at 266-b, nú eisini fevnir um samkynd.
- Hetta er ein sigur fyri okkum, sum stríðast fyri javnbjóðis rættindum til allar borgarar.
Hann skoytir upp í, at vit skulu sjálvandi ikki góðtaka harðskap, hvørki ímóti samkyndum ella nøkrum øðrum.
Men hann sigur at enda, at hann vísir aftur, at tað er umfatandi forfylging av samkyndum í Føroyum.
- Tað er ein reingjandi og skeiv mynd av støðuni, staðfestir Løgmaður