Løgmaður handaði prógvini

Leygardagin handaði Aksel V. Johannesen, løgmaður,næmingunum á Rásini, prógvini

Leygardagin fingu sjey næmingar á eftirskúlanum, Rásini í Saltangará, prógv


Rásin sigur í einum tíðindaskrivi, at nógv varð gjørt burturúr og tann reyða langmottan varð rullað út.

 

Teir sjey næmingarnir, ið seinastu tvey árini hava gingið á skúlanum, fingu prógv, og sjálvur løgmaður handaði teimum prógvini.

– Í síni talu til næmingarnar ynskti løgmaður teimum hjartaliga til lukku, og hann gleddist eisini um, at næmingarnir eru mentir nógv seinastu tvey árini, og at fleiri av teimum nú fara víðari á serbreytir ymsastaðni kring landið. Hann rósti eisini starvsfólkunum á Rásini fyri teirra góða arbeiði.


Beinta Persdóttir Joensen, leiðari á Rásini, nevndi í síni talu, at næmingarnir hava ment seg nógv, og eru meiri sjálvbjargnir, enn tá ið teir byrjaðu. Fyrr fingu næmingarnir ikki persónlig-prógv, men nú fáa allir prógv við støði í eini serstakari skipan, sum er ment eftir tí, sum á fakmálið eitur OCN-skipanini.  

Tríggir av næmingunum høvdu eisini stuttar og hjartanemandi røður, har teir takkaðu fyri tíðina og søgdu seg hava lært sera nógv.

Ein mamma tók orðið, og rósti skúlanum fyri at hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Sjálv sá hon eina stóra menning í sínum barni hesi seinastu tvey árini.

Rásin sigur, at tey sungu eisini nakrir sangir, og næmingarnir sungu fyri, tá eyðkennissangurin hjá skúlanum varð sungin. Tað er ein sangur, ið ein av lærarunum á skúlanum, Harry Knudsen, hevur gjørt.

Eftir hátíðarhaldið fingu næmingar, foreldur og onnur ein góðan bita.

Eftirskúlin Rásin byrjar aftur eftir summarfrítíðina við einum nýggjum flokki.