Verður tíðin í heyst brúkt til partapolitiskan og persónligan løtuvinning, so tekur løgmaður avleiðingarnar av tí og skrivar út val.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur í dag hildið løgmansrøðuna til setanina av løgtinginum, nú nýtt tingár byrjar.
Kaj Leo Johannesen hevur ferð eftir ferð sagt, at løgtingsval verður 19. januar 2012, tá ið hetta valskeiðið endar, men í røðu síni í dag róði løgmaður fyri fyrstu ferð fram undir, at løgtingsval kann verða áðrenn tað.
- Eg haldi ikki, at vit eiga at niðurleggja arbeiðið, áðrenn arbeiðstíðin er av tann 19. januar 2012. Men um tað vísir seg, at tíðin fer at verða brúkt til partapolitiskan og persónligan løtuvinning, so taki eg avleiðingarnar og skrivi út val, segði Kaj Leo Johannesen.