Løgmaður groggy av veljarakanningini

Høvuðsgreinin hjá Sosialinum í fyrsta blaðnum eftir veljarakanningina var eitt viðtal við løgmann í hansara fjákutu mistonkiliggerðing av veljarakanningini.

 

Hans Pauli Strøm

løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

?????????????????????????????


Høvuðsgreinin hjá Sosialinum í fyrsta blaðnum eftir veljarakanningina var eitt viðtal við løgmann í hansara fjákutu mistonkiliggerðing av veljarakanningini.

Eg havi í aðrari grein víst á, at illa ber til í eini veljarakanning at síggja størri samsvar millum ymiskar spurningar, ið sum sonevndir kross-spurningar skulu lýsa støðutakanina hjá fólki til eitt ávíst mál ? í hesum føri ríkisrættarligu støðuna. So tað skal eg ikki gera meira burtur úr her, men lata lesaran sjálvan døma.

Samgongumeirilutin gjørdi sum kunnugt ein løgtingssamtykt í vár um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Fjórði spurningur í veljarakanningini snýr seg um hetta og ljóðar:

4. ?Í apríl samtykti løgtingið eina fullveldisætlan. Henda miðjar ímóti at yvirtaka málsøki fram til 2012, skerja blokkstuðulin 350 mió. kr. frá árskiftinum, og stovna ein búskapargrunn, sum skal tryggja eina skiftistíð fram til 2016. Taka tygum undir við hesi samtykt??

Spurningurin kann ikki verða meira beinrakin um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Henda spurningin skulu fólk at svara uppá, uttan at tey vita nakað um, at tað kemur ein annar spurningur aftaná av nøkulunda sama slag.

Og svarið er klokkureint: 38% siga Ja og 53% siga Nei. Altso, í stórum, greiðum meiriluta venda fólk sær frá fullveldisætlanini. Hetta er tann trupulleikin hjá landsstýrinum, sum hvørki løgmaður ella vara- kunnu vrøvla seg burturúr.

Aftaná at fólk hava svarað spurningi 4, fáa tey spurning 5, og har er støðan líka greið:

5. ?Sum alternativ hevur verið borið upp á mál eitt víðkað sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin og undir danskari grundlóg. Er tað møguleiki tygum kunnu ganga inn fyri??

Svarið er her eins greitt og til spurning 4: 54% siga Ja og 35% siga Nei. Mótvegis møsninum hjá løgmanni og vara- er hesin spurningur eins greiður og svarið.

Legg til merkis, at spurningurin byrjar við orðunum: ?Sum alternativ?. Smb. donsk-føroysku orðabókini merkir ?alternativ?: ?val millum tvey?, ?annar av tveimum?, ?annaðhvørt?. Sjálvandi vita fólk hvat hetta merkir, nevnliga antin hetta ella hatta, antin fullveldisætlanina hjá landsstýrinum ella víðkað sjálvstýri í ríkisfelagsskapinum. Men løgmaður vil altso vera við, at veljararnar, serliga fólkafloksveljararnar, ikki skilja hvat ?Alternativ? merkir, og taka tað sum bæði hetta og hatta. Her haldi eg álvaratos, at tað eru ikki veljararnir, men løgmaður, sum er í ørviti.

Síðani eru vælkend hugtøk í spurninginum, sum eg rokni við at flestøll ikki eru í minsta iva um, hvat tey merkja - kanska undantikið løgmaður og vara-.

Men løgmaður vil altso vera við, at ?fólk hava stutt sagt ikki vitað, hvat tey hava svara uppá?. Og hann tekur tað uppaftur, enn harðligari: ?Fólk hava aldeilis ikki skilt, hvat spurt varð um.? At tað hinvegin er løgmaður sjálvur, sum er groggy, skilst av einum brotið í viðtaluni í Sosialinum, har hann sigur, at ?landsstýrið arbeiðir við eini sjálvstýrislóg, sum skal bera okkum fram til endaliga fullveldið. Men tað hava fólk bara ikki skilt, tí tað hevur verið spurt ov ógreitt.?

Nei, onki arbeiðir landsstýrið við nakrari sjálvstýrislóg ? landsstýrið arbeiðir eftir teirri gomlu, fúnaðu heimastýrislógini og hevur ikki annan myndugleika enn tann, sum heimastýrislógin heimilar. Hagani stava jú allir trupulleikarnir, teir klandrast við donsku stjórnina um.

Landsstýrið skuldi hinvegin heldur gjørt eftir uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, og í staðin fyri heimastýrislógina sett eina sjálvstýrislóg, sum ber í sær, at Føroya Løgting verður hægsti myndugleiki í Føroyum, og at Føroyar verða staðfestar sum tjóð við fullum sjálvsavgerðarrætti. Henda sjálvstyrislógin skal í sáttmála staðfesta Føroyar og Danmark sum tvey sjálvstøðug og javnsett lond í ríkisfelagsskapi hvørt við annað.

Hetta er sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum. Og tað er nakað annað enn hetta ótrúliga møsnið hjá løgmanni, at ?verður tað viðtikið, verða vit limað inn í danska kongaríkið um øldir og allar ævir, og so er slutt við við nøkrum fullveldi her?. Sum maðurin segði: ?og disse regeres vi af?.