Løgmaður gott val

Við tí fyrivarni, at persónligu atkvøðurnar fyri Havnina ikki eru liðugt taldar upp enn, liggur løgmaður á øðrum plássi yvir samlaðu persónligu atkvøðurnar Hóast Javnaðarflokkurin gekk nógv aftur á Tvøroyri, heldur løgmaður skansan sum ein av sterku politikarunum í landinum.

Sjálvandi kann Havnin broyta nógv, men áðrenn hon er tald við, liggur Jóannes Eidesgaard omanfyri 750 atkvøður. Og roknast má við, at hann, sum løgmaður, fær ein rímiligan slump í høvðusstaðnum.

Tað sær eisini út til, at flokkurin hjá løgmanni stendur til at halda tørn við sama tingfólkatali, eins og hinir flokkarnir gera. Tað merkir, at ABC-samgongan varðveitir sínar 21 tinglimir.

Løgmaður situr sjálvandi í Norðurlandahúsinum, og tí hevur ikki borið til at fingið beinleiðis orðið á hann enn, men væntandi verður hetta møguligt seinni í kvøld.