Løgmaður gloymdi rættarsamfelagið

Rættarsamfelagið er í vanda, og tí átti løgmaður at tikið hetta málið til viðgerðar í nýggjársrøðuni, heldur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum

NÝGGJÁRSRØÐA LØGMANS

»Tað, sum løgmaður ikki segði, segði meira enn tað, sum hann segði.«
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, saknaði meira enn hann fekk, tá hann lurtaði eftir nýggjársrøðuni hjá Anfinn Kallseberg løgmanni gamlaárskvøld.
? Løgmaður hevði gjørt klókt í at tikið støðuna hjá føroyska rættarsamfelagnum upp í nýggjársrøðuni, tí eg eri bangin fyri, at vit eru um at koma okkum út í óføri og eru um at missa takið á rættarsamfelagnum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á nógvu málini í síðstuni, har bæði umboðsmaðurin, rætturin og seinast ein kanningarstjóri hava talað at politisku umistingini. Tað verður bara tikið til eftirtektar og so hendir ikki meira, sigur hann, og sipar ikki minst til málini, har Jørgin Niclasen landsstýrismaður hevur staðið fyri skotum.
? Politiska leiðslan er eftir øllum at døma farin at góðtaka eina skeiva gongd, og tað kunnu vit ikki góðtaka. Nú ein kanning til dømis staðfestir, at umsitingin hjá einum landsstýrismanni hevur borið seg skeivt at, verður ivi sáddur um kanningina, og tað haldi eg vera ræðandi, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað hevði verið skilagott av løgmanni at steðga á og at tikið slík stórmál fram, tí tað kundi skapt álit aftur á politisku skipanina millum fólk, heldur hann.
? Hendan samgongan miðar ímóti fullveldi, men hvussu verður vorðið, tá vit taka ábyrgdina av okkara rættarskipan? Tað spyrja fólk í hesum døgum, tá onki tykist at fáa nakrar avleiðingar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann hevur hug at smílast, tá vit spyrja hann um orðini hjá løgmanni um, at nógva innanhýsis stríðið í samgonguni er eitt tekin um eitt livandi fólkaræði.
? Eg haldi tað heldur siga nakað um eina veika politiska leiðslu. Eg havi sjálvur sitið í seks ár út í eitt í landsstýrinum, og tá ráddi um at fáa semju um politikkin og at melda samt út. Nú uppliva vit alt meiri, at samskipanin er vánalig, so tann tiltikna høgra hondin ikki veit, hvat vinstra ger, sigur Jóannes Eidesgaard.
Ósemjan er eisini óheppin fyri andstøðuna, heldur hann, tí ósemjurnar í samgonguni verða meiri áhugaverdar hjá fjølmiðlunum enn sjónarmiðini hjá andstøðuni.
Samanumtikið saknaði hann nógv. Hann helt tað vera gott, at løgmaður fegnast um mentan, list og undirsjóvartunnil, men hann eigur eisini at taka viðbrekin mál fram og viðgera tey.