Løgmaður gjørdi onki skeivt

Løgmaður hevur ræðið á ognunum í Tinganesi og er ikki farin út um sínar heimildir. Tað sigur Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevari hjá løgmanni. Vit prenta uppritið hjá honum í fullum líki

Notat um hvør umsitir málsøkið ognirnar í Tinganesi



Í tíðindastubba í kvøld verður Anfinn V. Hansen, adv. endurgivin fyri at hava skrivað Høgna Hoydal eitt partsinnlegg har niðurstøðan er at:

“Tað stendur ongastaðni, at løgmaður umsitur ognirnar í Tinganesi. Løgmaður kann geva einum landsstýrismanni boð um at rudda eina skrivstovu, men hann kann ikki effektuera boðini, sigur Anfinn V. Hansen, sum var við til at gera stýriskipanarlógina og nú hevur gjørt eitt løgfrøðiligt upprit fyri Høgna Hoydal, frákoyrdan landsstýrismann í uttanríkismálum.”


Til hetta er frá míni síðu at viðmerkja:


Í stýrisskipanarlógini § 33 stk. 1 ásett at “Løgmaður býtir málsøki landsstýrisins millum landsstýrismenninar. Teir sita fyri málsøkjum sínum hvør sær”


Hesin rættur løgmans er stýrisskipanarliga absoluttur, sum merkir, at rættur hansara at býta málsøkini hvørki kann verða skerdur við løgtingslóg ella at hann sjálvur skerjir hann við avtalum við onnur. Løgmaður er altíð fríur at broyta málsøkisbýtið eftir egnum tykki.


“Avtalan” frá 15. februar 2008 um býti millum lms og ur er tí ikki ein formlig avtala í løgfrøðiligum týdningi, men bert ein politisk hensigtserklæring sum løgmaður kann halda seg til so leingi hann heldur tað verða passandi og fyritreytirnar halda, ella við fullum rætti siga sum Jens Otto Krag, forsætisráðharri á sinni: “Man har et standpunkt til man tager et nyt”.


Stýrisskipanarlógin § 33 stk. 1 setur ongi formkrøv til hvussu málsøkini skulu verða býtt. Av skilhaldsgrundum hevur løgmaður av sínum eintingum gjørt eina skipan har hann í Kunngerðablaðnum hevur kunngjørt eina fráboðan um býti av málsøkjum.


Formliga eitur hon í løtuni “Fráboðan nr. 3 frá 18. februar 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 80 frá 30. august 2008”. Tað sigur seg sjálvt, at málsøkini sum føringar umsita eru so víðfevnd at tað er vónleyst at úttøma øll hugsandi málsøki í fráboðanini, og hon verður tí supplerað av siðvenjum og tulkingum.


Ítøkiliga málsøkið um hvør umsitir skrivstovuhølini í Vektarbúðini er ikki beskrivað í fráboðanini, tað er siðvenjuliga ásett. Og at tulka soleiðis, at av tí at onki er nevnt um hvør eigur økið, so er tað ávísur landsstýrismaður, er ov grunn tulking.


Í fráboðanini § 50 stk. 2 er púra greitt sagt at “Løgmaður tekur í ivaføri avgerð um tulking av hesi fráboðan.” Løgmaður er tí tann sum endaliga tulkar hvussu málsbýtið er, og ongin advokattulking fær vika hesa støðu hansara.


At málsøkið “at umsita ognirnar í Tinganesi” er greitt eitt løgmansmálsøki de facto av hesum grundum

- peningurin til viðlíkahald og umbyggingar av øllum ognum í Tinganesi eru avsettar á konto á fíggjarlógini undir løgmansskrivstovuni

- húsavørðurin er starvssettur á løgmansskrivstovuni og varðir av øllum ognunum í Tinganesi

- at hendan ognarumsiting av felagsognum, sum fleiri ráð nýta, er ein partur av lógarásetta samskipanararbeiði løgmans sbr. stýrisskipanarlógini § 33 stk. 2 jbr. fráboðanini § 3 stk.1.

- at løgmaður sbr. siðvenju higartil altíð hevur avgjørt allar húsaspurningar í Tinganesi.


Sjálvt um vit siga, at omanfyri nevnda tulking er skeiv, so er støðan tann, at sum nevnt eru ongi formlig krøv til hvussu málsbýti verða framd, og tá ið løgmaður biður Uttanríkisráðið fara úr eini skrivstovu merkir tað tí at hann samstundis á óformligum grundarlagi hevur broytt málsbýtið soleiðis at hann í málsbýtinum ræður yvir henni.


Niðurstøðan er eftir mínum tykki tí at løgmaður í hesum máli allatíðina hevur havt fullar løgfrøðiligar heimildir.




Í Vektabúðini 19. september 2008


Sjúrður Rasmussen, ráðgevi