Landsantikvarur
Løgmaður hevur ongar viðmerkingar til atfinningarnar frá varaløgmanninum , Høgna Hoydal í Sosialinum leygardagin um embætisførsluna hjá landsstýrisfólkum.
Høgni Hoydal helt, at Løgmaður gjørdi mismun á Landsstýrisfólkum, tí hann var meiri atfinningarsamur ímóti Annlis Bjarkhamar enn hann hevði verið, tá ið embætisførslan hjá landsstýrismonnum hjá fólkaflokkinum var til viðgerðar.
?Eg havi ongantíð hoyrt løgmann úttala seg so um landsstýrismenn hjá fólkaflokkinum soleiðis sum hann nú úttalar seg um Annlis Bjarkhamar.
Høgni Hoydal sipar til málið um embætisførsluna hjá Jørgen Niclasen, tá ið hann legði frá sær og til John Petersen-málið, tí í hesum báðum førum var var Løgmaður meiri tigandi.
Men nú Annlis Bjarkhamar hevur sett landsantikvar, hevur Løgmaður alment boðað frá, at framferðin hjá henni er til óbótaligan skaða og at málið er sera álvarsligt.
? Nei, eg havi ikki gjørt mismun á landsstýrisfólkum. Eg havi heldur ikki úttalað meg alment um, hvussu Annlis Bjarkhamar handfór málið um setanina av landsantikvari. Tað einasta, eg havi gjørt, er at eg havi svara nøkrum fyrispurningum á Føroya Løgtingi og tað er hvør sítt, sigur Anfinn Kallsberg.