Løgmaður ger enn eina roynd

Hevur boðsent floksformenninar til fund um stjórnarskipanina

Hóast hon ikki bar á mál í síðstu tingsetu, so hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, ikki mist vónina fyri, at semja kann finnast um stjórnarskipanina. Sambært Kringvarpinum hevur løgmaður nú boðsent formennirnar í politisku flokkunum á tingi fyri at vita, um uppskotið skal leggjast fyri tingið aftur.


Sambært Kringvarpinum verður fundurin við floksformenninar eftir ætlan fríggjadagin 21. september.


Í ólavsøkurøðini hjá løgmanni vísti hann á, at hann fór at gera eina nýggja roynd, fyri at vita um grundarlag var at halda á við arbeðinum.


- Viljin hjá andstøðuni hevur verið avmarkaður, men eg fari kortini at tosa við formenninar eina ferð enn at vita, um grundarlag er fyri at arbeiða víðari, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður. 


Ein fólkaatkvøða um eina nýggja stjórnarskipan var eitt aðalmálunum, tá samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn bleiv skipað fyri trimum árum síðan. Samgongan hevur fleiri ferðir útsett fólkaatkvøðuna, men kom eitt stig nærri málinum, tá uppskotið bleiv lagt fyri tingið í síðstu setu.


§ 52 nevndin, ið bleiv sett at viðgera uppskotið, bleiv tó ikki liðug við viðgerðina, og sostatt fall málið fyri tíðarfreistina í summar.